Fyrstu ferð, Alexandur Kristansen fekk eygað á eina yrking eftir Seamus Heaney, var einferð í 80unum. Hann var og ferðaðist í London, og einum kassa í einum bókahandli fann hann savnið Selected Poems 1965-1975. Alt fyri eitt festu eyguni seg við heitini og orðalagið í fleiri av yrkinunum, sum á onkran hátt kendust heimlig.
- Tað vóru sovorðin orð, sum torvskurður, mýrilendi, mosi og líknandi, sum gjørdu meg forvitnan. Tað var jú okkurt løgið við, at eg stóð har sum føroyingur í London og las nakrar enskar yrkingar, sum mintu meg á mín barndóm í Fuglafirði. Eg eri so mikið gamal, veist tú, at eg minnist, at menn fóru burtur í haga at skera torv, sigur Alexandur.
Vøgugongd
Tað var eisini hetta norðurlendska huglagið í yrkingunum, sum fekk Alexandur at keypa savnið, og sum seinni gav honum hug at fara undir at týða Heaney. Fyrst onkra einstaka yrking, men seinni allar tær sokallaðu Myriyrkingarnar (Bog-Poems), sum eru einar sjey í tali. Hesar skapa eina tematiska heild í ritverkinum hjá Heaney, og har valdi Alexandur eisini at runda av.
- Seamus Heaney er ein tann mest spennandi men eisini ein tann tørførasti yrkjarin, eg havi týtt. Bæði tí hann yrkir á óbundnum máli, men eisini tí orðalagið er so sterkt. Eitt eyðkenni við hansara stíli er, at hann hópar eina rúgvu av ítøkiligum og ógvsligum orðum upp hvørt undir liðini á øðrum, ofta uttan nakra ífyllu yvirhøvur. Og tá er tað ofta ein stór avbjóðing at varveita ljóðligu rútmuna í yrkingini.
Fyri Alexandur er eitt av endamálunum við at týða yrkingar altíð, at føroyski lesarin til endan situr við eini vakrari, minst líka góðari og helst betri yrking, enn tí upprunaligu. Og hetta krevur av og á, at hann má broyta okkurt. Í so máta er týðing ein støðug vøgugongd millum at vera trúfastur mótvegis upprunaligu yrkingini og at royna at skapa eitt ljóðlag, sum situr á føroyskum
- Tú mást tora at broyta, leggja afturat ella taka burtur, um tú ert sannførdur um, at tað er til tað betra. Tú kanst kalla tað listarligt frælsi ella at pynta eitt sindur, men eg geri tað bara, tá eg havi eina kenslu av, at yrkjarin hevði nikkað, um hann sá meg, sigur Alexandur og leggur afturat, at hetta sjálvandi altíð veldst um, hvat yrkjarin upprunaliga vildi við yrkingini.
- Ber yrkingin ein ávísan boðskap, er tað sjálvandi eisini hendan, tú fyrst av øllum leggur teg eftir at fáa fram. Er tað hinvegin eitt huglag, tú skalt endurskapa, hevur tú fríari ræsir. Í teimum førunum havi eg onkuntíð tikið mær frælsi til at flyta yrkingina fullkomiliga yvir í føroysk viðurskifti. Eg havi til dømis flutt útsýnið hjá Wordsworth yvir London til Fuglafjarðar, og tað riggaði fínt.
Bara tað besta
Hesi árini síðani, síðani hann byrjaði, hevur Alexandur týtt stórt sæð allar teir stóru og mest gitnu høvundarnar, líka frá Horats og Ovid til Bukowski og Nordbrandt. Og ein av orsøkunum er sera einføld.
- Eg eri so forelskaður í føroyska málinum, at eg kann ikki lata vera. Siti eg við eini góðari yrking á einum øðrum máli, má eg sleppa at royna, um tað ber til at flyta hana yvir í føroyskt. Gert tú tær ómak, fært tú tað eisini altíð at rigga til endan, tí føroyskt eitt ótrúliga ríkt og smidligt mál at arbeiða við og stendur ikki á nakran hátt aftanfyri onnur mál. Heldur tvørturímóti, sigur Alexandur og leggur afturat, at hansara endamál við at týða í so máta er tað sama, sum tað var fyri Janus Djurhuus: at prógva, at føroyskt ikki er nøkur barbarisk bjergdialekt, sum ikki kann brúkast í vøkrum skaldskapi. Og júst gleðin við vøkrum skaldskapi er avgjørt eisini ein týðandi drívmegi hjá Alexanduri.
- Yrkingar eru neyvan tað, fólk lesa mest av og kanska enn minni, tá tær eru á einum fremmandum máli. So um mínar týðingar kunnu verða við til at lata eygu upp fyri skaldsligum dýrgripum, geri eg tað við gleði. Tað er eisini tí, eg altíð havi lagt meg eftir bara at týða tað besta av tí besta, sigur yrkjarin og týðarin.
"Mýridrotning"
Eg lá og bíðaði
millum mósoyði og veltan bø
millum lyngvaksnar heyggjar
og glas-tentan stein.
Kroppur mín var blinda skriftin
fyri sníkjandi árinum:
degningssólir trilvaðu seg fram yvir høvdi mínum
og kølnaðu við føtur mínar,
gjøgnum klæði míni og húðir
sodnaði vetrarins
leki meg,
analfabetisku røturnar
grundaðu og doyðu
í samansmokkaðu vomb míni
og eygnaholum.
Eg lá og bíðaði
á eyrgólvinum,
meðan heili mín sortnaði,
ein krukka við rognum
geraði undir jørð
dreymar um rav úr Eystrasalti.
Knúst ber undir naglum mínum,
lívsneyðuga goymslan trænaði burtur
í kokukrukkuni.
Høvuðprýði mítt holut og brent,
gimsteinar fullu
millum torvurnar
sum søgunnar grundvallir.
Prýðisband mítt ein svartur jøkul,
har brigdutur, littur vevnaður
og fønikisk klædnastykki
blámaðu á mjúku morenunum
á bróstum mínum.
Eg kendi vetrarkuldan
sum fløðandi tungur
móti lørunum -
rennvátu fjaðrarnar, reivað
í tungum húðum.
Skalli mín lá í dvala
í váta reiðrinum í hári mínum.
Sum teir rændu.
Eg varð rakað
og nektað av hakanum
hjá einum torvskurðarmanni
sum tyrvdi meg aftur
og eymliga stakk koladust niður
millum grótkarmarnar
við høvur mítt og føtur mínar.
Til kona ein aðalsmann mutraði hann.
Flættan eg hevði,
ein slímutur nalvastrongur
av evju, var avkvett
og eg reisti meg úr myrku,
brotnu knotuni, skalla-vørur,
trevsutir stingir, skúvir,
smáir glampar upp úr mónum.
Seamus Heaney, Bog Queen
Týtt Alexandur Kristiansen










