Barnagrandprix
Marjun Dalsgaard
Nósa Barnagrandprix hevur verið væl móttikið, síðan tað byrjaði fyri slakum tveimum árum síðani. Eisini foreldur í Vágum hava verið sera glað fyri tiltakið, men í ár var stemningurin ikki góður eftir kappingina á Vestanstevnu. Ein av orsøkunum er, at heili tríggir luttakarir vóru úr Havn, og hetta hóast at okkurt barn úr Vágum ikki slapp við.
- Tað er eingin ivi um, at tær sum vórðu nummar eitt og tvey vóru tær, sum sungu best, sigur Gitte Samuelsen, sum hevði ein son við í kappingini.
- Men tað kann tykjast eitt sindur órættvíst, at tiltakið verður fyriskipað sum ein lokal kapping, og fleiri luttakarir eru úr Havn, leggur hon aftrat. Umframt sonin hevði dótturin eisini meldað seg til, men hon fekk ikki boð um at koma við. Tí kendist tað sera løgið, tá tað frá pallinum varð boðað frá, at luttakarir úr Havnini vóru við, av tí at undirtøkan ikki var nóg stór lokalt.
Ein av fyrireikarunum, James Olsen sigur, at hann ikki hevur kannað málið, men at tað er sera løgið, um nakar ikki er sloppin við.
- Tað er vanligt, at børn aðrastaðni frá luttaka, um undirtøkan ikki er nóg góð, og eg kenni einki til, at nakar ikki er sloppin við - hinvegin hava vit við nógv børn at gera, og tað kann henda eitt mistak. Um hattar passar, eri eg sera keddur um tað, men so vítt sum eg veit, passar tað ikki, sigur James Olsen. Hin fyrireikarin Mark Joensen sigur, at tað má vera tí, at tey hava meldað seg ov seint, hann dugir ikki at síggja nakra aðra orsøk til, at nakað barn, sum hevur meldað seg til ikki er sloppið við.
- Vit fingu at vita, at vit høvdu manipulerað við lutakastinum, tí børnini, sum komu úr Havn eru so dugnaligir sangarir, men hettar er heilt burturvið, sigur Mark Joensen, og
Verður flutt
Eitt annað sum foreldrini har vesturi eru vónbrotin av, er, at Grandprixið verður hildið á Vestanstenvnu, tá tey hava nógv um oyrini og ikki hava tíð til at vera hjá børnunum. Ein av teimum er Hansina á Plógv, sum hevur verið sera glað fyri tiltakið annars, men heldur, at tað var eitt vónbrot í ár.
- Tað hevur verið sera mennandi fyri børnini og tey fá gott sjálvsálit av tí, men í ár lá tað sera illa fyri, tí tað lá á Vestanstevnu, sigur hon.
Úrslitið varð, at einsans 150 fólk vóru og lurtaðu. Seinast vóru umleið 350 fólk.
James Olsen heldur, at foreldrini eiga at geva teimum ein kjans, tí tiltakið er nýtt, og tey royna enn at finna rætta stevið. Annars hevur hann ikki hug til at viðmerkja kvøldið á Vestanstevnu, tí hann var ikki til staðar, sigur hann.
Tað var Mark Joensen, og hann sigur tað vera avgjørt, at kappingin ikki verður á nakrari stevnu næsta ár, og helst heldur ikki um summarið.
- Nú skulu vit hava bæði bein á jørðini, og ikki oyðileggja alt fyri børnini, vit broyta tað bara, og so verða øll glað. Vit fingu at vita frá foreldrunum, at hetta var bert ein pengamaskina. Sjálvsagt vilja vit vinna pengin, annars kann tiltakið ikki yvirliva, men tað handlar fyrst og fremst um børnini ? at geva teimum møgileika fyri at menna seg, sigur Mark Joensen.