Foreldur á Tvøroyri gera uppreistur

Foreldur at børnum í 8. flokkum á Tvøroyri eggja nú til uppreistur, tí 8. flokkarnir har mugu leggjast saman. Orsøkin er frymilin, ið tímar verða lutaðir eftir til ymsu skúlarnir í landinum. Nú er nevniliga so, at størru skúlarnir, sum eru í miðstaðarøkinum, hava fyrimun, meðan útjaðarin bløðir. Í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum eru tey greið yvir trupulleikan, sum tey siga ikki er so einfaldur at loysa

Mong eru av teirri áskoðan, at tímabýtið í fólkaskúlanum í miðstaðarøkinum og í útjaðaranum er ikki rætt. Á Tvøroyri hava foreldur tikið hetta í álvara og eru farin til verka.

Í vikuni høvdu foreldrini at børnum í 8. flokkunum á Tvøroyri fund og úrslitið er skriv, dagfest 14. juni 2000, har tey eggja til uppreistur, tí mett verður, at landsins myndugleikar syndra skúlan og børnini eru við sviðusoð.



Frymil og uppreistur

Í skrivinum, sum ber heitið "Tvørafólk - gerið uppreistur", átala foreldrini tær sømdir, sum børnini fáa í skúlanum. Foreldrini at børnum í 8. a og b í skúlanum á Tvøroyri eru nevniliga komin í ta støðu, at komandi skúlaár skulu flokkarnir leggjast saman, so talan verður um ein flokk við 29 næmingum. Hetta vegna vantandi tímatal.

Víst verður á, at skúlar fáa tillutaðar tímar eftir einum frymli. Hesin frymil er so háttaður, at helst skulu vera 24 næmingar í flokkunum, tí so er eingin trupulleiki við tímum.

Í skrivinum siga foreldrini, at í Suðuroynni er av góðum grundum soleiðis, at tað eru ikki 24 næmingar í øllum flokkum og tí fæst ikki nøktandi tímatal.

Í skrivinum siga foreldrini millum annað: Vit foreldur krevja, at landsins myndugleikar syrgja fyri at okkara børn fáa sama tilboð um undirvísing eins og onnur børn kring um landið! Hesin rættur skuldi verið tryggjaður børnum okkara í fólkaskúlalógini, har ongin munur átti at verið, líkamikið hvar í landinum ein býr. Í løtuni er hetta als ikki galdandi fyri skúlar í Suðuroynni. Okkara børn verða stórliga diskriminerað, tá undirvísingartilboðum viðvíkur. Vit foreldur krevja, at UMMS broytir verðandi, ónýtiliga frymil, so hesin kann nýtast til minni skúlar, har næmingatalið er undir 300.


Miðstaðarøkið og restin

Foreldrini á Tvøroyri meta, at talan er um mismun og koma við áhugaverdari meting, nú myndugleikarnir arbeiða við útoyggjum og økismenning.

Í skrivinum verður sagt: Sum nú er, og við verðandi frymli, er UMMS í fer við at býta undirvísingarvísingartilboðini í skúlaverkinum sundur í tveir flokkar . Miðstaðarøkið við nokk av tímum, har avbjóðingarnar í skúlanum eru í tráð við nýggju fólkaskúlalógina; og útjaðarin við alt ov fáum tímum, har skúlin illa nokk hongur saman. Er hendan gongdin tilætlað og framhaldandi, so skulu vit eisini gjalda skatt samsvarandi!!


Vita av trupulleikanum

Hensar Ellingsgaard frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum sigur, at arbeitt verður við trupulleikanum, sum foreldrini á Tvøroyri vísa á. Hann hevur tó ikki sjálvur sæð skrivið frá teimum. Hann sigur tó, at avgerin at leggja flokkarnar á Tvøroyri saman er nakað, sum skúlaleiðslan á staðnum tekur støðu til.

Men Hesar Ellingsgaard vísir á, at tá frymilin kom í síni tíð, var tað fyri at fáa eitt rættvísari býtið av tímum. Hann viðgongur tó, at seinni eru fólk so komin eftir, at hetta er ikki so einfalt.

Men á UMMS vita tey hesum trupulleika. Hensar Ellingsgaard sigur, at arbeiðsbólkur situr og arbeiðir við trupulleikanum, tí myndugleikarnir eru greiðir yvir, at hetta er ein trupulleiki, sum okkurt má gerast við.

Men Hensar Ellingsgaard leggur dent á, at hesin trupulleiki verður ikki loystur til komandi skúlaár. Hann hevur tó góðar vónir um, at ein loysn verður funnin, tá skúlaárið 2001/2002 byrjar.

Tískil letur til, at foreldur, ið ikki búgva í miðstaðarøkinum, har frymlin hjá UMMS er gávumildur, mugu brynja seg við toli.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.


Henry favorittur til ?Golden Boot?

Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.

Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.