Foreldur tað besta hjá børnunum

Viðmerking til Rigmor Dam

Góða Rigmor

Tú sigur í grein á in.fo, at um børnini ikki verða loftað ordiliga nú, fer krúnukrímið at seta seg sum sálarsár í mong ár og ættarlið fram.

Eg eri vís í, at tey flestu børnini hava hugnað sær heima og fara at minnast gott aftur á hesa tíðina.

Tað eigur ikki at vera uppgávan hjá námsfrøðingum at lofta børnum, sum liva í dysfunktionellum heimum við rúsdrekka, sálarsjúku og kynsligum ágangi. Tey børnini eiga als ikki at búgva hjá foreldrunum.  Um hesi børn búgva heima, so hava tey longu fingið varandi sálarsár.

Tey flestu børn hava tað gott heima hjá foreldrunum, og hóast foreldrini ikki altíð eru perfekt, so eru tey kortini tað allarbesta fyri barnið. Einki kann setast ístaðin fyri mammu ella pápa.

Kærleikin og tilknýtið til foreldrini er tað mest umráðandi fyri barnið, og tá tað manglar, fær barnið sálarsár og ættarliðini, sum koma, líða undir tí. 

Grundað á gransking loyvi eg mær at siga, at tað besta og týdningarmesta, vit sum land kunnu gera fyri børnini og framtíðina, er at skipa soleiðis fyri, at børnini sleppa at vera heima hjá foreldrunum, inntil tey eru minst tvey ára gomul.

Tað ber ikki til at viðgera tørvin hjá børnum, hvørs foreldur ikki hava foreldraførleika og børnum generelt, undir einum, tí tørvurin kann ikki samanlíknast og krøvini til námsfrøðingarnar heldur ikki. 

Rúna Sivertsen