Foreldur spenna ikki børnini í trygdarbelti

Fleiri foreldur fáa klipp í koyrikortið

Seinastu dagarnar hevur løgreglan nakrar ferðir gjørt ferðslukanningar við skúlar um morgnarnar, tá ið børnini koma í skúla. Í hesum sambandi hava tey serliga kannað, hvussu støðan er, tá ið foreldur koyra børnini í skúla. Og løgreglan sigur, at tað eru fleiri dømi um, at børnini ikki sita spent í trygdarbelti.

 

Revsingin fyri tað er, at bilførarin fær 1500 krónur í bót, men tað kostar eisini bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.

 

Løgreglan hevur áður sagt, at ein støða, tey eru í av og á, er, at børnini sita í trygdarbelti – men við skúlatasku á rygginum og tað er heldur ikki loyvt, tí so hevur barnið onga nakkastúttu.