Foreldur sleppa undan at gjalda

Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, hevur boðað frá, at foreldur í Havn bara skulu gjalda helvtina av brúkaragjaldinum til dagstovnarnar, nú verkfallið er av

 

? Vit fara ikki at krevja brúkaragjaldið fyri ta tíðina, pedagogarnir hava verið í verkfallið. Tað er ikki rætt at krevja pening fyri eina tænastu foreldrini ikki hava fingið, sigur borgarstjórin.


Spurningurin hevur verið viðgjørdur í umsitingini í býráðnum fríggjamorgunin, og avgerð er tikin um, at foreldrini sleppa frá at gjalda fyri ta tíðina, tá eingin hevur verið at ansa børnunum.


Jan Christiansen sigur, at nú hevur verkfallið verið so leingi, at tað hevði verið órímiligt at kravt gjaldið. Øðrvísi hevði verið, um verkfall var í ein dag ella tveir. Tá hevði tað ikki komið uppá tal at geva foreldrum avsláttur.


Tað er sostatt sligið fast, at gjaldið fyri desember bara er ein helming av tí vanliga. Tey, ið longu hava goldið, skulu tó ikki stúra, tí tað verður afturgoldið.


Borgarstjórin heitti á foreldur um at gjalda fyri fyrst, so fólk ikki tóku málið í egnar hendur, men nú hevur býráðið tikið støðu til málið.