Foreldur skulu nú sjálvi fáa ágóðan, tá ið barsilsskipanin gevur avlop. Tað ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður.
Tað hevur ofta verið fýlst á, at tey árini, barsilsskipanin gevur yvirskot, er tað farið á fíggjarlógina. Sostatt er ein hampiliga stórur partur av inngjaldinum til barsilsskipanina brúkt til annað endamál enn til tað, ætalnin var, nevniliga at gera umstøðurnar hjá foreldrum av pinkubørnum betri.
Men nú ætlar Johan Dahl at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at hereftir skal avlopið verða verandi í barsilsskipanini. Hann vísir á, at øll hesi seinastu árini hevur barsilsskipanin havt yvirskot. Tað er bara í 2009, at hon hevur havt hall. Tá hevði hon 7,7 milliónir í halli. Men tilsamans hevur barsilsskipanin havt slakar 57,9 milliónir í avlopi síðani 2006. Tá er umsitingarkostnaðurin tikin frá.
- Inngjaldið til barsilsskipanina er ikki ætlað at vera ein eykainntøka til landskassan. Eitt møguligt yvirskot eigur tí ikki at fara í landskassan, men at koma Barsilsskipanini til gagns, sigur Johan Dahl.
Tí ætlar hann nú at skipa ein barsilsgrunn og endamálið við tí er, at yvirskotini í barsilsskipani verða savnað saman til tiltakspening, ið kann nýtast til ábøtur á skipanina, eitt nú at leingja tíðarskeiðið, til ber at fáa barsilspening. - Tiltakspeningurin kann somuleiðis nýtast, um skipanin okkurt árið gevur hall.
Men kemur tað hartil, at grunnurin verður tómur, má landsstýrismaðurin leggja uppskot fyri Løgtingið um a at hækka inngjaldið til Barsilsgrunnin ella at játta grunninum pening.
Johan Dahl ætlar eisini, at barsilspeningur, sum er goldin í skipanina í fjør, men sum ikki er útgoldin, tá ið lógin kemur í gildi, verður fluttur í Barsilsgrunninum - - Við hesum hevur Barsilsgrunnurin beinanvegin nakað av tiltakspeningi. - Tað er ringt at meta um, hvussu gongdin við barnatalinum er og um inntøkurnar til Barsilsgrunnin. - Tó er greitt, at hevur Barsilsgrunnurin tørv á meira peningi, er neyðugt at hækka inngjaldið ella at lækka útgjaldið, sigur Johan Dahl.
|









