Foreldur sleppa at siga sína meining

Nú sleppa øll foreldur at børnum í skúlanum á Toftum, at siga sína meining um skúlan.

Fyri fyrstu ferð verður tað nú møguligt hjá øllum foreldrum at børnum í Tofta skúla at vera við í eini umfatandi meiningakanning, sum Tofta skúlastýrið skipar fyri nú um dagarnar.

Tað eru umboð fyri allar fýra áhugabólkarnir í skúlanum, nevniliga kommunan, skúlaleiðslan, lærarar og foreldur, sum hava lagt spurnarkanningina tilrættis.

Endamálið er at fáa eina ábending um, hvat foreldur í Nes kommunu raðfesta í skúlahøpi.

Her verður hugsað bæði um sjálvan skúlan, tað sosiala í skúlanum og undirvísingina og eisini um sambandið millum heim og skúla.

- Vit vóna og vænta, at foreldur seta eitt sindur av tíð av til at svara spurningunum, tí hetta er eitt gott høvi at siga sína hugsan, sigur Justin Philbrow frá Tofta skúlastýri.

Hann leggur afturat, at spurningarnir verða viðgjørdir í trúnaði og tað merkir, at svarini eru dulnevnd.