Norska heimasíðan www.vg.no veit í dag at siga, at Kreml hevur ikki svarað teimum foreldrum og avvarðandi, sum sakna sínar synir og menn, eftir at russiski rakettkrússarin, Moskva, herfyri sakk í Svartahavinum.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur, at hann hevur ikki heimild at siga nakað um lagnuna hjá teimum umleið 500, sum vóru umborð í Moskva, tá skipið sakk.
Sambært VG eru tað fleiri foreldur, sum siga frá sínum saknaðu synum, hóast russiskir myndugleikar hava sagt, at manningin varð bjargað av skipinum, tá spreingingar vóru, og eldur herjaði.
- Allir upplýsingar í hesum sambandi verða givnir av verjumálaráðnum, og vit hava ikki heimild at siga nakað, sigur talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, tá russiskir miðlar spyrja hann, hvat er hent við manningini.
Longu sama dag, sum Moskva sakk, søgdu tey í russiska verjumálaráðnum, at "øll manningin varð tikin av skipinum".
Tíðindaskrivarin hjá ukrainsku bjargingartænastuni, Natalia Gumenyuk, hevur áður sagt, at manningin umborð í russiska flaggskipinum í Svartahavinum megnaði ikki at koma av skipinum.
Sambært VG er ógreitt, hvussu mangir av teimum 500 í veruleikanum eru bjargaðir, og hvussu mangir eru saknaðir.










