Tað er tíð uppá at gevast við slíkum og læra tey at seta bein undir egið borð og røkja tað dagliga húsarhaldið og mat og reingera og keypa dagligar húsarhaldsvørur.
Tað er í barnaárum at støði verður lagt, hvussu ein verður sum tilkomin og vaksin, hvat vit síggja við teimum í havnargøtum, hvussu ófólkaliga skikkaði og óuppdrigin hesi eru í Tórshavnar kommunu og uttan fyri ídag.
Tað er ikki ringt at ímynda sær hvussu framtíðin hjá teimum sær út, ið komin eru út í ungdómskriminalitet, harðskap, valdsgerðir, drykkjuskap, rúsevnismisnýtslu.
Barnabati og barnaverndin og kriminalforsorgin hvat gera hesi fyri at skapa veruliga fyribyrgjan av brotsverkum, vit síggja út ímillum áðurnevndu í Havnini.
Eg havi møtt nógvum forðingum á vegnum til at koma ígjøgnum løgregluna til barnabata, barnavernd, kriminalforsorg, viðvíkjandi áðurnevnda í Tórshavn ídag.
Eg nýti tí bløðini tá ein verður øðrvísi viðfarin av løgreglu, ið ein hevur sum nábúgva niðan fyri Revagarðin, og hvørs teir hava hildið ein fyri bæði háð og spott.
Eg haldi tað vera nógv fyri at løgreglumenn/ kvinnur, niðri á Politigarðinum, skulu tilskila sær rætt at fremja grova diskrimineraðan viðv. meld til Politistøðina.
Eg haldi borgarar og Havnina vera ein andstygd ið ein dag og kvøld kennur á sær, tá ein upplivir ósømiligan atburð, hugburð, málburð, áðurnevndu sýna.
Eg havi ikki rokna við slíkari viðferð tá alt er órættvíst skipa útí millum allar borgarar uttan um áðurnevndu ið eru tí í tí sama sum øll hesi ungu í dag.
Tað skal skipast verulig kriminalitets fyribyrgjan innan skúlar og lærustovnar og úti í felagsskapum og úti á arbeiðsplássum hvat øll hesi ungu arbeiða.