Foreldur og børn í Kommunuskúlanum betri kor

Í hesum tíðum reika børnini í Kommunuskúlanum frá einum stað til annað.
Í gamla Argjaskúla fáa tey bókliga frálæru, og so skulu tey í annan skúla at hava smíð og í Gundadal at hava svimjing og aftur eitt annað stað at hava fimleik.
Hendan støðan er blivin ótolandi hjá nógvum foreldrum og eisini sera trupul fyri børnini.
Lærararnir skulu somuleiðis reika millum støðini.
Kommunuskúlin, sum annars hevur fingið góð Pisa-úrslit, hevur tí heldur trupul kor í dag.
Góðir lærar telja mest, tá um góðskuna í frálæruni ræður.
Foreldur og børn eru farin at ivast í, hvussu leingi hesir góðu lærarar fara at halda út í truplu hølisviðurskiftunum.
Vónandi kundu vit leggja eina greiða ætlan fyri, nær Vesturskúlin verður bygdur, og nær hann verður klárur at flyta inn í.
Tað hevur stóran týdning, at næmingar, foreldur og lærarar í Kommunuskúlanum fáa eina greiða kunning um, nær hølisviðurskiftini aftur koma í rættlag.
Um hendan kunningin ikki verður givin, er vandi fyri, at tann vælvirkandi skúlin fær eitt óneyðuga stórt skot fyri bógvin.
Vónandi kunnu vit eisini bøta um korini, til Vesturskúlin verður klárur at taka í nýtslu.