Ólavsøka
Tað var farvæl til ein fastan part av ólavsøkuni, tá Tórshavnar Kommuna tók avgerð um, at Kommunuskúlagarðurin ikki var partur av ólavsøkuskránni í ár.
Skjótitelt, candyfloss-básar og karusellir vórðu flutt úr Kommunuskúlagarðinum, Vaglinum og Steinatúni, og varð hetta ístaðin savnað á parkeringsøkinum á Skálatrøð.
Og har var av sonnu futtur í. Alla ólavsøkuna var stúgvandi fult av børnum, sum hugnaðu sær í hoppiborgum, el-bilum og básum av ymsum slag, meðan foreldrini í friði á náðum kundu stytta sær stundir við práti, poppcorni og annars hugsa um, hvussu bílig ólavsøkan er blivin.
Tí umframt fysisku flytingina av stuttleikaøkinum, var ólavsøkan í ár eisini sermerkt av, at stuttleikin hesa ferð varð tikin fram um profitt-maskinuna, sum annars hevur verið eitt støðugt irritatiónsmoment fyri mong foreldur.
Høgl til byrsurnar og seðlar til 21-spæl og tombola skulu framvegis gjaldast. Men restin av undirhaldanum var ókeypis til børnini, og tað mundu hjá teimum flestu kennast sum ein stór føðingardagsgáva frá 100-ára føðingardagsbarninum.
Í øllum førum man tað vera langt síðani, at ein ólavsøkuaftan í Miðbýnum kann haldast fyri samanlagt 210 krónur hjá eini familju við trimum børnum. Men tað var útreiðslutotalurin hjá yvirritaða – í øllum førum um dagin.










