Foreldraráðið
Rani í Líð, Svandis Rasmussen, Jóhan í Niðristovu, Annika Sølvará, Súsanna Simonsen, Andrias Hansen, Linda Karbech Rasmussen og Inger Enni Danielsen
--------------
12. februar frættist í Sosialinum, at Dagstovnurin við Landavegin var tann dagstovnurin í Tórshavnar Kommunu, sum lá niðast í nøgdsemiskanning frá mai 2009. Plaseringin er høvuðsniðurstøðan av kanningini, sum Tórshavnar Kommuna skipaði fyri.
Eitt síðstapláss er altíð keðiligt og kann lættliga verða tulkað neiligt. Hetta er tó ikki ein rímilig niðurstøða útfrá kanningini. Allir stovnar kláraðu seg frá sera væl til beint undir miðal. Kanningin gevur eina støðumynd frá mai 2009 útfrá tí góða triðinginum av foreldrum, sum valdu at svara spurnaðarblaðnum. Tað eru ymisk fólk á ymsum stovnunum, og hesi svara út frá teirra gerandisdegi fyri einum knøppum ári síðani. Tað er sera trupult at samanbera úrslitini stovnanna millum og tað var, sum skilst, heldur ikki ætlanin hjá kommununi.
Trívast børnini á Dagstovninum við Landavegin?
Um vit kunnu taka útmeldingarnar á foreldrafundinum á stovninum tann 17. februar fyri fult, so er Dagstovnurin við Landavegin ein góður stovnur, har børnini trívast og har foreldur kenna, at børn teirra eru í góðum hondum. Á foreldrafundinum, sum leiðslan bjóðaði inn til fyri at tosa um niðurstøðurnar í kanningini, vóru fólk samd um, at stovnurin virkar væl. Har eru dugnalig og eldhugað starvsfólk, børnini hava ein góðan og tryggan gerandisdag og sleppa at royna seg við fleiri spennandi verkætlanum.
Øll eru samd um, at tað altíð eru viðurskifti, sum kunnu gerast enn betri. Tað er ein felags uppgáva hjá stovninum og foreldrunum at fáa sett orð á tey viðurskifti, sum eiga at betrast, og syrgja fyri at fáa hetta gjørt.
Garðurin ein áhaldandi trupulleiki
Á fundinum var breið semja um, at uttanumøkið, sum hevur verið ein trupulleiki, síðani stovnurin lat upp í 2004, enn ikki er á einum nøktandi stigi. Her hava stovnsleiðsla og Foreldraráð áhaldandi lagt eitt stórt arbeiði í at fáa bøtt um umstøðurnar, hóast alt, alt ov lítla játtan. M.a. hava familjur á fleiri arbeiðsdøgum smíðað, málað, grivið og gjørt við, til tess at fáa børnunum nøktandi umstøður og avbjóðingar í garðinum. Hetta hevur alla tíðina verið gjørt av neyð og við tí ynski, at Kommunan fór at taka sína ábyrgd á seg og fór at seta neyðuga peningin og arbeiðsorkuna av til at fáa tingini í lagi.
Ein trygdarserfrøðingur hevur nýliga kannað øll uttanumøkini á dagstovnunum í Kommununi, og hann staðfesti, at tað vóru fleiri viðurskifti, sum ikki vóru í lagi. Kommunan hevur síðani givið boð um, at av trygdarávum skulu tað einans vera fólk frá Kommununi, sum seta upp leikur og annað í gørðunum. Á foreldrafundinum heittu foreldur á stovnsleiðsluna um at streingja enn meira á Kommununa um at fáa gjørt nakað munagott við garðin. Hetta lovaði leiðslan at gera við stuðli frá Foreldraráðnum.
Er eitt stovnspláss við Landavegin aftaná summarfrítíðina eitt gott val?
Eitt evni, sum nógv varð tosað um á fundinum, var, hvussu foreldur velja stovnspláss til síni børn. Fólk vóru ørkymlað av, at “skoðsmálið” hjá Dagstovninum við Landavegin í kanningini kann fáa fólk at velja stovnin frá, tá veljast skal millum stovnsplássini. Hetta er stórt spell, tí foreldrini meta sum áður nevnt, at talan er um ein góðan stovn, har børnini trívast og hava tað gott. Skotið varð tí upp at bjóða til Opið Hús, har fólk fáa høvi at koma at síggja stovnin og heilsa uppá børn, foreldur, starvsfólk og leiðslu á stovnunum. Hetta helt leiðslan verða eitt sera gott hugskot og fer tí at skipa fyri einum slíkum degi ein seinnapart í komandi viku. Hetta fer at geva fólki høvi til sjálvi at gera sær tankar og niðurstøður um stovnin, heldur enn at líta á eina anonyma nøgdsemiskanning ella metingar hjá øðrum.
Foreldraráðið fyri Dagstovnin við Landavegin vil við hesum viðmæla øllum, sum umhugsa eitt stovnspláss á hesum stovninum, at koma til Opið Hús tiltakið.