Foreldur ímóti serskúla

Foreldur at brekaðum børnum í Runavíkar kommunu eru hart ímóti, at kommunan hevur ætlanir um at koyra hesi børnini í ein serligan skúla. Eins og onnur børn hava tey brekaðu børnini brúk fyri at vera millum vanlig børn, halda foreldrini. Ein áheitan frá foreldrunum kemur fyri á býráðsfundi í kvøld

Undirvísing

 

Ein bólkur av foreldrum at børnum í serflokkunum í Søldarfirði, ið umfatar børn í Runavíkar kommunu, hava heitt á býráðið um at lata hesi børnini sleppa at ganga í skúla á Glyvrum saman við øðrum børnum í kommununi.

Tilsamans snýr hetta seg um tveir serflokkar við átta børnum, sum eru fødd við ymsum brekum. Tey flestu eru rørslutarnaði og deyv ella blind, meðan eitt hevur Down Syndrom. Trý børn hava autismu, men hesi ganga í Lamba skúla. Sambært foreldrum og lærarum hjá hesum børnunum er best fyri tey børnini við autismu at vera í slíkum friðarligum umhvørvi, sum tey hava í Lamba. Tó halda tey, at tað er gott fyri hesi børnini og onnur vanlig børn, at tey síggjast av og á. Áheitanin er stílað til allar býráðslimirnar.

Foreldrini vísa á, at børnini eru sera ymiskt fyri, og tí er tørvurin á undirvísing ymiskur. Undirvíst verður út frá førleika og tørvi hjá hvørjum einstakum barni. Talan er um allar vanligar lærugreinir sum at lesa, rokna, heimstaðarlæru, kristni, køk, smíð, tónleik, fimleik, svimjing og so framvegis. Tó fer undirvísingin mest fram á serligan hátt, og flestu børnini hava ikki allar lærugreinir.

Nøkur av børnunum eru við til fríkorterini. Nøkur hoyra til ein vanligan flokk og eru við til ávísar tímar hjá tí flokkinum, meðan onnur bara eru í serstovum. Flestu børnini eru við til morgunsang hvønn morgun.

Nú nýggjur og stórur skúli verður bygdur í Runavík, óttast foreldrini at teimum brekaðu børnunum, at hesi gerast tapararnir. Í áheitanini frá foreldrunum til býráðslimirnar stendur millum annað:

»Tá vit hugsa um, hvørji atlit ein kann hugsa um í mun til, um hesi børnini skulu vera við tí vanliga skúlanum, hava vit hesi hugskot til atlit: sosial samvera, síggja atburð hjá vanligum børnum, hava møguleika av knýta vinarbond við vanlig børn, at atgongd er til bókasavn og annað nattúrligt á einum størri skúla og at hjálp er í gongdini á skúlanum at hava fastar rammur viðvíkjandi tíðini.«

Víðari skriva foreldrini: »Fyri børnini er tað eisini gott, at teirra lærarar arbeiða í einum jaligum og mennandi umhvørvi. At lærarar hava møguleika at halda seg til útgangsstøðið í vanligari undirvísing og framburðinum, sum hendur alla tíðina, at teir hava eitt størri fakligt umhvørvi, at teir kunnu undirvísa øðrum enn hesum børnunum, at teir ikki mugu skipa fyri serligum sosialum tiltøkum á jólum, føstulávint, men at tey eru saman í einari størri eind.«

Foreldrini leggja dent á, at tað ikki er ætlanin, at teirra børn skulu órógva vanligu næmingarnar í skúlagongdini.

»Okkum kunnugt gera tey ikki tað. Uttan iva skulu tey (vanligu børnini, blm.) venja seg við at vera saman við okkara børnum, men fyri vanligu næmingarnar eru fleiri dømi um, at tey læra nógv av at vera saman við okkara brekaðu børnum: Tey læra at vera meira tolorant við at síggja, at øll ikki hava tað so gott sum tey. Foreldur hava fortalt, at børnini duga væl við eldri fólki og tosa við tey við respekt. Vit koma ikki beinleiðis á nakað jaligt atlit, um hildið verður, at tað er best at vera á einum serskúla og ikki saman við vanliga skúlanum«, skriva foreldrini til býráðið í Runavík, sum altso kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.