Foreldraráðini í Sóljugarði í Sandavági, í Alvalon/Sýslan í Sørvági og í Smílikulluni í Miðvági og foreldraumboðini fyri skúlastýrið á Giljanesi og fyri skúlastýrið í Sørvági heita í dag á Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag um at sessast við samráðingarborðið skjótast fyri at loysa trætuna, sum í stóran mun leggur samfelagið lamið, soleiðis at øll kunnu fáa gerandisdagin aftur.
Les Lesarabrævið her
Foreldrini siga, at verkfallið ikki bert ávirkar námsfrøðingarnar og børnini, ið ikki sleppa á stovn, men:
- Foreldur eru í vanda at missa teirra starv, um tey ikki hava feriu til góða, avspáking ella aðrar ágóðar, ið arbeiðsgevarin loyvir. T.e. at taka børnini við sær til arbeiðis ella arbeiða heimanífrá.
- Arbeiðsgevarin missir arbeiðsmegi, antin við at starvsfólk verða burturstødd ella børnini eru við, ið ávirkar inntøku, botnlinju og framtíðar íløgur hjá feløgum.
- Fíggjarliga orkan hjá meiniga borgaranum gerst minni og hetta ávirkar eisini vinnuna.
- Børn við serligum tørvi verða ekskluderaði úr fólkaskúlanum.










