Foreldur gjalda fyri onga tænastu

Fleiri foreldur seta spurnaðartekin við, um tað er rætt, at tey rinda dagstovnunum fult ansingargjald, hóast børnini ikki verða ansað. Pedagogfelagið heldur ikki, at tey eiga at gjalda fyri onga tænastu, og sakførari heldur, at tey hava góða orsøk at ivast

 

Pedagogarnir eru í verkfalli, og dagstovnarnir hava verið stongdir í eina viku. Eingin loysn er at hóma í sáttmálatrætuni millum pedagogfelagið øðrumegin og kommunurnar og fíggjarmálastýrið hinumegin. Tí bendir okkurt á, at verkfallið fer at vera í fleiri dagar enn.

Meðan stovnarnir eru stongdir eru foreldur í villareið, hvat tey skulu gera við børnini, og hvussu tey skulu fáa arbeiðið og ansingina at hanga saman.

Hóast stovnarnir ikki ansa teirra børnum, rinda foreldur stovnunum pening fyri júst hesa tænastu. Foreldur gjalda 30% av rakstrinum, og kommunurnar restina.

Fleiri foreldur halda ikki, at tað er rætt, at tey skulu gjalda fullan prís fyri ansing, tá eingin ansing verður veitt.


Illa sperd

Umframt at skula gjalda fyri ansing missa foreldur fleiri dagar í arbeiðsløn, tí tey mugu vera heima hjá teimum smáu børnunum. Hetta verður tí steinur omaná byrðu hjá summum. Fyrst at missa ein part av lønini vegna verkfall og samstundis gjalda fyri barnaansingina.

Onnur foreldur gjalda fyri barnagentu ella ansing á annan hátt, samstundis sum tey gjalda fyri stovnsplássið.

Eitt dømi eru eitt par við tveimum børnum, ið eru í vøggustovu og barnagarði. Eitt vøggustovupláss kostar góðar 2.000 krónur, og eitt barnagarðspláss kostar umleið 1.500 krónur. Hetta gevur slakar 4.000 krónur um mánaðin.

Henda rokningin skal rindast, hóast tænastan, ið goldin verður fyri, ikki verður veitt.


Eiga ikki at gjalda

Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag, sum er í verkfalli, heldur ikki, at foreldur eiga at gjalda fyri stovnsplássið, so leingi stovnurin ikki kann veita foreldrum ansing av børnunum. Tey skulu ikki gjalda fyri eina tænastu, tey ikki nýta.

Hon leggur afturat, at fleiri missa arbeiðsløn og hava eyka útreiðslur fyri barnagentu. Tí er tað órímiligt.

Hesum taka kommunurnar sjálvsagt ikki undir við.

Sunniva Kollslíð umboðar Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag í samráðingunum við pedagogfelagið. Hon sigur, at soleiðis hevur tað altíð verið, tá verkfall hevur rakt dagstovnaøkið.

Hon vísir í hesum samband á, at tá dagstovnarnir í vár vóru stongdir vegna verkfall hjá vaskifólkunum, rindaðu foreldur fyri síni ansingarpláss.

? Tað er ongantíð stuttligt at gjalda fyri nakað, man ikki fær, men soleiðis er treytirnar nú einaferð, sigur Sunniva Kollslíð.

Meðan verkfallið er, fáa pedagogar løn frá fakfelagnum. Kommunan sparir tí lønarútreiðslur, samstundis sum hon fær pening í kassan frá foreldrum fyri barnaansing.


Góða orsøk at ivast

Bjørn á Heygum, advokatur, heldur, at foreldur hava góða orsøk at ivast í, um tað er rætt hjá teimum at gjalda fyri ansingarpláss.

? Spurningurin er ógvuliga áhugaverdur og grundleggjandi. Vanligt er, at man rindar fyri eina veiting, og treytin fyri gjaldinum er, at man fær veitingina. Tað fáa foreldur ikki í hesum førinum, sigur Bjørn á Heygum.

Tað er ein grundleggjandi meginregla, tá peningur fer um handilsdiskin, at so verður ein vøra útflýggjað kundanum. Hvussu leingi skal kundin gjalda uttan at fáa nakað afturfyri?

? Foreldur kunnu spyrja, um tey framhaldandi skulu gjalda, tá tey einki fáa afturfyri, sigur Bjørn á Heygum.

Foreldur kunnu við øðrum orðum við góðari orsøk nokta at gjalda fyri ansingarplássið, so leingi tað ikki er veruleiki.