Fólkaskúlin er eisini í andgletti í Noregi, har lærarar siga, at foreldrini gera skúlatingini fyri børnini ? og tey taka enntá frí úr arbeiði fyri at hjálpa børnunum til roynd Tað er ikki bara í Føroyum, at fólkaskúlin er í andgletti. Tað er hann eisini í Noregi.
Seinastu vikurnar hevur nógv kjak verið í Noregi um vantandi dygdina í norska skúlaverkinum. Tey, sum serliga hava gjørt vart við hetta, eru lærararnir sjálvir.
Dagbladet.no hevur sent fleiri enn 3000 lærarum í Oslo spurningar og hevur fingið svar aftur frá tilsamans 200 lærarum í fleiri enn 90 ymiskum skúlum.
Spurningarnir snúgva seg serliga um støðuna hjá lærarunum sjálvum, eitt nú dagsstøðuna, disiplin og trivnað.
Onkur heldur tað vera skeivt at geva børnunum uppgávur heim við, tí slíkt endar oftast við, at tað eru tey foreldur, sum hava tíð og orku til tess, ið gera skúlatingini fyri børnini.
Fleiri lærarar halda, at ein gongd leið er ikki at geva næmingunum heimaarbeiði. Tey halda, at skúlin eigur at síggja burtur frá, at næmingarnir skulu gerast betur heima.
Nógv foreldur gera skúlatingini fyri børnini, og tað eru eisini tey foreldur, sum taka frí úr arbeiðið fyri at hjálpa sínum barni, tá ið skúlaroyndir eru.
Nógv halda, at heimaarbeiði bara ger munin á næmingunum størri.
Fleiri lærarar vildu ynskt, at royndirnar vóru færri í tali, og at skúlin í størri mun bygdi á tað praktiska enn á tað teoretiska.
- Nógvu royndirnar gera, at fleiri næmingar fella uttanfyri, er boðskapurin hjá fleiri lærarum, sum eru við í kanningini.










