Í gjáramorgunin var løgreglan á ferð, har tey kannaðu bilar fyri at vita um foreldur, sum koyrdu børnini í barnagarð, høvdu syrgt fyri, at børnini brúktu tað kravdu trygdarútgerðina.
Hetta er eitt átak, løgreglan ger við jøvnum millumbilum, serliga við skúlar og barnagarðar um tað tíðina um morgunin, tá ið foreldrini koyra børnini í skúla ella barnagarð. Í hesum sambandi var løgreglan sostatt til staðar við ein barnagarð í gjáramorgunin - og har var støðan verri enn tey høvdu væntað.
Nógvir bilar vóru kannaðir og tað vóru heilir níggju bilførarar, sum vórðu tiknir, tí børnini brúktu ikki ta kravdu trygdarútgerðina. Eru børn undir 15 ár í einum bili, skulu tey sita í trygdarbelti, og eru tey harafturat undir 135 sentimetrar høg, skulu tey eisini sita í stóli, ella pútu, sum passar til hødd og vekt á barninum.
Og tað eru bilførararnir, sum hava skyldu til at syrgja fyri, at børnini brúka tað kravdu trygdarútgerðina. Í hesum førum fingu teir níggju bilførararnir 1500 krónur í bót í part, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Á heimasíðuni hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, minna tey á, at bilførarar fáa bót, og klipp í koyrikortið tá ið:
– Børn undir 15 ár ikki eru íbundin.
– Børn undir 135 sentimetrar ikki eru bundin í góðkenda trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.
Tey minna eisini á, at børn undir trý ár mugu als ikki vera í bili, um trygdarútgerð, sum passar til vekt og hædd, ikki er í bilinum.
Samstundis hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd hesi tilmæli til bilførarar, at heilt smá børn upp til 13 kilo, tað eru børn upp til umleið eitt ár, sita í pinkustóli. Børn, sum viga 9-18 kilo, tað eru umleið níggju mánaðir til umleið fýra ár, sita í barnastóli og børn 15-36 kilo, tað eru børn frá umleið fýra ár, sita á pútu við stólabaki.
Tað er munur á børnum og útgerðin skal hóska til vekt og hæddina á børnunum – men tey vaksnu skulu sjálvandi eisini sita í trygdarbelti. Tað er altíð bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at tey, hann hevur í bilinum, brúka trygdarútgerðina – men er talan um børn undir 15 ár, er tað eisini bilførarin, sum fer bótina, tá ið tey ikki gera tað.