Tað var søtur tónleikur í oyrunum hjá nógvum foreldrum, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í januar mánaði í lesarabrævi lovaði, at kommunan fór at seta í verk einar matskipan í vár.
- Í sambandi við fíggjarætlanina 2016 er avgjørt, at Tórshavnar kommuna skipar eina matskipan á øllum dagstovnunum soleiðis, at øll børn kunnu fáa mat á middegi umframt millummála, sum í dag er vanligur. Hetta verður sett í verk longu í vár, skrivaði borgarstjórin 12. januar og legði aftrat.
- Í hesum sambandi orðar býráðið nú ein matpolitikk fyri alt dagstovnaøkið. Eingin ivi skal vera um, at maturin skal vera sunnur og heilsugóður. Eisini skulu neyðug atlit takast at teimum børnum, sum vegna eitt nú allergi ikki tola ávísan mat, mjólk v.m.
Men nú einans fimm dagar eru til fyrsta summardag, so hevur Tórshavnar kommuna enn ikki sett nakra matarskipan í verk ella orða ein matpolitikk, ið borgarstjórin annars lovaði í januar.
Miðlahúsið hevur tosað við fleiri foreldur, ið hava verið í samskifti við kommununi, og enntá bjóða sær at veita eina hjálpandi hond við arbeiðinum at orða ein matpolitikk, men uttan nakað úrslit.
Í staðin hoyrast leysasøgur um, at kommunan hevur slept matpolitikkinum og fer heldur at geva stovnunum pening til sjálvi at finna útav eini matarskipan. Ein støða, ið nógv foreldur eru bangin fyri kann viðvirka til, at munur verður á tí matinum, ið verður bjóðaður á stovnum, tí tað er ymiskt hvørjar umstøður stovnarnir hava at gera mat á staðnum.
Miðlahúsið hevur spurt Beintu Dalbø, deildarleiðara í Barna- og Ungdómsdeildini í býráðnum, um hvar málið liggur. Men eftir at hava verið á fundi í fyrisitingini upplýsir deildarleiðarin, at tey ikki ynskja at svara spurningum frá fjølmiðlum um málið.
- Tað svarið vit hava upp á hatta er, at eitt tíðindaskriv verður sent út í seinasta lagi mánadagin.