Nú fyrsti skúladagur er í komandi viku, og hundraðtals børn fara fyrstu ferð í skúla, hava Helga Andreassen, Gunnvá Dam og Tonnie Strøm snikkað saman faldarar, har tey minna foreldur á, at tað eru tey, sum eru mest umráðandi amboðini í læringini hjá teimum smæstu.
Hesi trý spyrja foreldur, um tey vita, at barnið stendur seg betur í skúlanum, tá ið foreldrini vísa áhuga. Tey vísa á, at tað hevur týdning, at foreldrini eru við og meta um skúlaarbeiðið hjá barninum – bæði í barnaskúla og í framhaldsdeildini.
- Tá foreldur vísa áhuga, gerst barnið motiverað og trívist betur í skúlanum, skriva tey millum annað í faldaranum. Víðari vísa tey á, at tá ið foreldur kenna onnur foreldur í skúlanum, so er møguleikin fyri samstarvi betur.
Tey trý hava gjørt eina vegleiðing til, hvussu foreldur kunnu stuðla barninum málsliga. Her vísa tey á, at tað hevur týdning at lesa fyri barninum dagliga. At syngja fyri og saman við barninum. At tosa um tað tit gera – eitt nú tosa um tað tit síggja, at lesa køkuuppskriftina, sjónvarpsskránna, at lesa okkurt úr bløðunum og so framvegis.
Hyggið eftir barnafilmum saman, og steðgið filminum, um okkurt áhugavert er at tosa um. Ikki rætta barnið, tá ið tað sigur nakað skeivt. Takið heldur setningin uppaftur við rætta málburðinum. Sigið frá søgum og latið barnð siga frá søgum eisini.