Ein tíggju dagar gamal smádrongur varð í dag burturfluttur av sjúkrahúsinum í Esbjerg Løgreglan leitar nú eftir barninum og foreldrunum, sum eru rúsevnamisnýtarar, tí tað er greitt, at tað vóru tey, sum burturfluttu barnið.
Løgreglan sigur, at foreldrini komu á barnadeildina á sjúkrahúsinum fyrrapartin at vitja barnið, og tá fingu tey at vita, at myndugleikarnir høvdu gjørt av at taka barnið frá teimum. Tíggju minuttir seinni varnaðust starvsfólkini á sjúkrahúsinum, at foreldrini vóru farin, og at tey høvdu tikið barnið við sær.
Løgreglan leitar nú eftir foreldrunum og barninum.