Í kanning gjørd í Bretlandi siga børn og ung í aldrinum 11 til 18 ár, at tíðin foreldrini nýta á telefonini órógvar familju lívið, skrivar BBC.
Meir enn ein triðingur av teimum 2000 spurdu søgdu, at tey høvdu biðið foreldrini latið vera við at hyggja at telefonini. 14 prosent av teimum spurdu søgdu, at foreldur teirra hugdu at telefonini meðan tey ótu saman, hóast 95 prosent av teimum 3000 spurdu foreldrum noktaðu hesum.
Eisini ynsktu 82 prosent av næmingunum, at telefonin varð bannað undir máltíðum, 22 prosent av næmingunum hildu, at fartelefonin forðaði familjuni í at njóta tíðina tey høvdu saman, 36 prosent høvdu biðið foreldur síni lagt telefonina frá sær. Av hesum søgdu 46 prosent at foreldrini ikki lurtaðu og 44 prosent kendu seg kedd og skúgvaði til viks
Hóast hetta, so hildu bert 10 prosent av foreldrunum, at fartelefon nýtsla teirra var ein trupulleiki fyri barnið, men 43 prosent av foreldrunum hildu tó, at tey vóru á netinum ov nógv av tíðini.
Til ber at lesa greinina frá BBC her