Hesi seinastu átta árini hava foreldur at pinkubørnum mist heilar 64,4 milliónir í barsilspengum. Og tað er ein støða, Tjóðveldið nú vil hava broytt.
Tingmanningin hjá Tjóðveldi vísur á, at seinastu átta árini hevur landskassin kravt 64,4 milliónir krónur meiri inn í barsilsgjaldi enn tað eru goldin úr skipanini aftur í barsilspengum.
Tað eru yvir átta milliónir krónur, sum barsilsskipanin hevur havt í avlopi um árið. Men higartil er alt avlopið í barsilsskipani farið í landskassan og er sostatt brúkt til heilt onnur endamál, enn tað er kravt inn til.
Tí hevur tjóðveldið nú langt uppskot fyri Løgtingið um at barsilsskipanin skal sleppa at varðveita pengar, sum leypa av.
Sostatt skal yvirskotið eitt ár, flytast til árið eftir, so at tað verður verandi í skipanini. Men sostatt skal eisini bera til at nýta yvirskot okkurt árið, til at fíggja møgulig undirskot onnur ár.
- Tá slíkt gjald verður tikið inn frá øllum skattgjaldarum og arbeiðsgevarum til eina ávísa skipan, skulu hesir pengar sjálvandi nýtast til hetta, og einki annað, halda tey í Tjóðveldi.
Tey vísa samstundis á, at grannskoðararnir hjá Løgtingum hava eisini átalað, at bara fyri tey trý árini 2010-2012 hevur yvirskotið í barsilsskipanini verið næstan 30 milliónir krónur, men at tær eru bruktar til onnur endamál.
Tingmanningin hjá Tjóðveldi vísa á, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava fulla ábyrgd av barsilsskipanini.
- Tað var í 2006, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum av álvara tóku við fullu ábyrgdini av gjøldunum til barsilsskipanina. Tá skuldu arbeiðsgevarar rinda 62% av øllum útgoldnum lønum í barsilsskipanina og løntakarar skuldu somuleiðis rinda 0,62 % av lønini.
- Bara einaferð hevur skipanin havt hall og tað var í 2009. Hetta førdi beinanvegin til, at landsstýrismaðurin vildi hækka gjaldið, og í 2010 varð tað sett til 0,65%.
- Løgtingið avgjørdi tó, at hetta bert skuldi vera í eitt ár, men úrslitið varð, at yvirskotið gjørdist heili 17,1 milliónir krónur í 2011.
- Síðani hevur eitt yvirskot aftur støðugt bygt seg upp, men tíverri er ein orsøk til stóra yvirskotið, at færri børn verða fødd.
- Fyri 20 árunum síðani vórðu útvið 950 børn fødd um árið. Síðani hevur talið á føddum børnum verið støðugt minkandi, og liggur nú um 600 børn um árið, sigur Tjóðveldi.
|