Foreldur at musikskúlanæmingum mótmæla

Kl. 11.30 í dag fara foreldur at musikkskúlanæmingum at handa Jóannes Eidesgaard, løgmanni, mótmælisundirskriftir.

Endamálið við mótmælisundirskriftunum er at stuðla musikklærarum í teirra kravi at fáa tímapeningaskipanina aftur, sum bleiv tikin frá teimum í februar í fjør.

Foreldrini eru bangin fyri, at musikkskúlanæmingarnir kring landið fara at svíða fyri hesum, um musikklærararnir ikki fáa gomlu skipanina aftur.

So nakað undan døgurða fáa vit at síggja, hvussu nógvar mótmælisundirskriftir løgmaður fer at fáa frá foreldrum at musikkskúlanæmingum og øðrum áhugaðum.