Foreldur at deyvum børnum rópa neyðarróp

- Vit vilja tosa við okkara børn á teirra máli, og tað kunnu vit ikki, um vit ikki sleppa at læra teknmál. Tað nyttar ikki, at vit fyrst um fimm ár kunnu læra málið hjá okkara børnum. Vit hava brúk fyri eini loysn her og nú, sigur Virgar Hvidbro, skrivari í felagnum Hoyrnini

 

DEYVAVIÐURSKIFTI

Tað er ikki lætt at vera deyvur í Føroyum. Fyri at vinna teim deyvu rættindi, sum eru sjálvsøgd aðra staðni, mugu avvarðandi at deyvum, foreldur og onnur, stríðast av øllum alvi alla tíðina.

- Vit eru noydd at berjast fyri hvørjum einasta feti, sum verður tikið til frama fyri tey deyvu. Tað er sera møtimikið og strævið, sigur Virgar Hvidbro, skrivari í felagnum Hoyrnini.

Nú rópar felagið Hoyrnin aftur varskó. Í kjalarvørrinum av, at teknmálsráðgevin kendi seg noydda at siga seg úr starvi á Sernámsdeplinum, eru øll skeið og øll ráðgeving farin fyri bakka. Foreldur og avvarðandi at deyvum hava tískil ikki havt møguleika at fara á skeið, sum ger tey før fyri at tosa við síni børn.

- Vit vilja tosa við okkara børn á teirra máli, og tað kunnu vit ikki, um vit ikki sleppa at læra teknmál. Tað nyttar ikki, at vit fyrst um fimm ár kunnu læra málið hjá okkara børnum. Vit hava brúk fyri eini loysn her og nú, sigur Virgar Hvidbro.


Vanlukkuligt

Hetta árið sum er við at verða runnið, hevur verið serliga turbolent hjá teim deyvu og teirra avvarðandi. Nýggir deyvir næmingar sluppu við bit og slit í skúla í summar, men umstøðurnar har eru ikki nøktandi. Og vegna ov stóra arbeiðsbyrðu segði einasti teknmálsráðgevin í Føroyum upp í summar. Í staðin fyri at gera arbeiðsumstøðurnar hjá viðkomandi nøktandi, er starvið niðurlagt.

- Tað er einki minni enn ein vanlukka, at deyvaráðgevin kendi seg noydda at siga seg úr starvi. Øll, sum hava bara eitt lítið sindur við deyvaøkið at gera, kenna tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, hon hevur gjørt.

Starvið hjá teknmálsráðgevanum var sett til hálva tíð, men arbeiðsbyrðan svaraði til tvey størv fulla tíð.

- Ein ráðgevi, sum leggur so stóra orku í sítt arbeiði, fær ein ótrúligan serkunnleika. Er meiningin at lata henda kunnleika fara fyri bakka, spyr felagið Hoyrnin í brævi til Sernámsdepilin.

Felagið Hoyrnin vil eisini hava at vita frá Sernámsdeplinum, hvørjar ætlanir eru fyri framman viðvíkjandi deyvaráðgeving, teknmálsskeiðum, bústaðarviðurskiftum hjá deyvum, og umstøðum hjá deyvum á skúlum kring landið. Av Sernámsdeplinum hevur Hoyrnin fingið at vita, at í komandi ári eru lítil útlit til, at teknmálskeið koma á skránna í bræði.


Vónbrot

Eisini yvir fyri øðrum myndugleikum hevur Hoyrnin gjørt vart við ótolandi viðurskiftini hjá teim deyvu og avvarðandi teirra, í seinastuni Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Til komandi fíggjarlóg hevði felagið eina vón um, at lagt varð upp fyri bøttum viðurskiftum fyri teim deyvu. Men uppskotið til løgtingsfíggjarlóg var eitt vónbrot í so máta. Tískil hevur felagið Hoyrnin heitt inniliga á politisku myndugleikarnar um at síggja til, at tey deyvu og avvarðandi teirra fáa betri umstøður.

- Tað besta er at fáa skeið á hvørjum ári í teknmáli, eins og foreldur at deyvum fáa aðra staðni. Fáa foreldur ikki frálæru, verður samskiftið við børnini sera avmarkað, hóast øll royna eftir førimuni, sigur Virgar Hvidbro.

Aðra staðni eru umstøðurnar hjá teim deyvu og avvarðandi teirra ikki at samanbera við føroysk viðurskifti. Í Noregi fáa foreldur, sum fáa eitt deyvt barn, eina sokallaða foreldraútbúgving, ið er 40 vikur samanlagt í tíðarskeiðinum meðan barnið er í aldrinum 0-16 ár. Hetta svarar til tvær og eina hálva viku um árið. Umframt fáa foreldur onnur skeið í eitt nú deyvamentan og øðrum viðkomandi.

- Hetta gevur foreldrum høvi til at læra málið hjá barninum, so at tey kunnu samskifta á einum støði, sum er virðiligt, sigur Virgar Hvidbro.

Eitt barn, sum ikki hoyrir, er øðrvísi fyri enn onnur børn. Tískil hava foreldur at deyvum tørv á serligari ráðgeving. Einasti deyvaráðgevin í Føroyum fór sum kunnugt úr starvi í summar.

- Av tí, at hon er farin úr starvi, eru umstøðurnar hjá teim deyvu versnaðar munandi. Uppsøgnin hjá henni var eitt neyðarróp til myndugleikarnar um at fáa betri umstøður at virka undir. Men ístaðin fyri at lurta, valdu myndugleikarnir heldur at spara pengarnar burtur. Tá ið umstøðurnar eru so vánaligar í Føroyum, fær tað okkum at seta spurnartekin við, um føroyska samfelagið yvirhøvur rúmar okkara deyvu børn, sigur Virgar Hvidbro.