Foreldur at barni við menningartarni, hava nú stovnað ein bólk, har tey, eftir førimuni, bjóða øðrum foreldrum í somu støðu, stuðul og hjálp.
Tilboðið er til øll foreldur, sum eiga, ella sum vænta sær barn við menningartarni.
Í foreldrabólkurin eru foreldur at børnum við ymiskum brekum, men felags er, at brekini kunnu hava menningartarn við sær, sigur Javni.
Hóast børnini eru sera ymisk, eru avbjóðingarnar ofta tær somu. Og tilsamans hava tey nógvar ymiskar royndir, sum tey vilja, skulu koma øðrum foreldrum til góðar.
- Á hendan hátt kunnu vit gagnnýta royndirnar hvør hjá øðrum, siga tey við heimasíðuna hjá Javna.
- Tað er ein sannroynd, at flest øll foreldur uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá ið tað verður staðfest, at barn teirra hevur brek av slíkum slagi, sigur Javni.
Spurningarnir hópa seg upp, men nú ber til hjá teimum at seta seg í samband við foreldur, sum eru í somu støðu, at fáa eitt prát og kanska góð ráð og vegleiðing.
Javni leggur eisini dent á, at tey, sum eru í foreldrabólkinum, hava tagnarskyldu og í løtuni eru fýra mammur við í bólkinum.
Á myndini er Anna Maria Nolsøe Ragnarsson úr Klaksvík, her saman við sonurin, Pravin, er ein mamma, sum er við í foreldrabólkinum.