Tórshavn:
- Allir politikararnir siga seg vilja økja um talið av ansingarplássum, men tá tosið kemur inn á ítøkiligar ætlanir, hoyra vit tær vanligu undanførslurnar.
Hesi eru orðini hjá Sámali Johansen, sum er formaður í Foreldrafelagnum, sum er fyri foreldur at smábørnum í Havn.
At umstøðurnar hjá minstu borgarunum í høvuðsstaðnum ikki eru í lagi kom til sjóndar mikukvøldið, tá 150 fólk stevndu á fund í Norðurlandahúsinum at tosa um ansingartørvin í Havn.
Foreldrafelagið er farið undir eitt nýtt átak, sum hevur til endamáls at varpa ljós á, at alt ov fá ansingarpláss eru til børn í Havn. Bíðilistarnir eru langir sum ongantíð fyrr, men framvegis liggur eingin ítøkilig ætlan frammi.
Ein partur av átakinum hevur verið lesarabrøv, sum verða at síggja hvørja viku fram til býráðsvalið. Mikukvøldið varð skipað fyri pallborðsfundi, har allir teir politisku flokkarnir vórðu umboðaðir.
Lappaloysnir
- Ein av undanførslunum hjá býráðslimunum var, at teir kunnu ikki lova nakað, tí teir vita ikki, hvussu býráðið fer at síggja út eftir valið. Tað er ein vánalig undanførsla, og hvør er so meiningin við valfundum, um politikararnir ikki kunnu lova undan valinum, hvørjum teir fara at arbeiða fyri. Sjálvandi kunnu teir ikki lova, hvørjum málum teir fara at náa, men til ber at siga, hvørjum arbeitt verður fyri, sigur Sámal Johansen.
7. september samtykti býráðið einmælt eitt uppskot viðvíkjandi barnaansing. Tað ber í sær, at foreldur kunnu hava síni egnu børn í dagrøkt, um tey eisini taka onnur børn í dagrøkt. Tey skulu gjalda fyri síni egnu børn, og fáa pening fyri tey fremmandu børnini.
Í lesarabrævi frá Foreldrafelagnum í dag verður henda loysnin kalla discount loysn. Foreldrafelagið heldur tað vera illgunavert, at býráðið samtykkir eitt slíkt uppskot beint undan valinum.
- Á fundinum lovaðu onkrir at samgongupolitikarunum eitt ávíst tal av ansingarplássum innan eitt ávíst áramál, men tað hava vit verið vitni til fyrr, uttan at nakað er komið burturúr, sigur Sámal Johansen.
Men trupulleikin hvørvur ikki sum døgg fyri sól, og ansingarpláss eru ikki á hvørjum horni. Í løtuni veksur bíðilistin skjótari enn talið av ansingarplássum.
Foreldrafelagið vísir á, at tørvur er á eini heildarloysn og ikki lappaloysnum.
Eingin loysn í eygsjón
Í 1996 varð ein verkætlan gjørd, sum loysti barnaansingartrupulleikan áðrenn 2006, men síðani er listin bara vaksin. Hetta ber boð um, at henda ætlanin ikki hevur betrað ta ringu støðuna.
- Útlitini eru heilt einfalt ikki serliga góð fyri eini loysn innan stutta tíð, og tað bar fundurin eisini boð um.
Barnaansingin hevur verið eitt av høvuðsmálunum hjá býráðnum at loysa seinastu árini. Politikararnir vísa á, at fólkatalið er vaksið við rúkandi ferð, men tað er tað sama sum fyri tíggju árum síðani. Sámal Johansen er ikki serliga bjartskygdur.
- Eg eri ikki so bláoygdur at halda, at allir politikararnir broyta meining nú, tí teir eru meira harðhúðaðir enn so. Tíðin er komin til at politikararnir raðfesta barnaansingina meira frammalaga enn nú, sigur Sámal Johansen.
Foreldrafelagið fer ikki at skipa fyri fleiri pallborðsfundum, men lesarabrøvini verða fleiri í tali fyri at minna politikarar á, at fleiri foreldur enn eru illa sperd.