Tað ber væl til at byrja útbúgvingina lokalt og síðan flyta seg út í heim fyri at víðka ta útbúgving, ein er byrjaður upp á heima, segði norski rektarin Randi Øverland, tá lestrarstevnan varð sett í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin.
Annita á Fríðriksmørk, landssýrismaður við mentamálum, segði, tá hon setti stevnuna, at ein slík stevna hevur til endamáls at menna áhugan fyri øllum teimum tilboðum, sum finnast eftir lokna miðnámsútbúgving.
?Vit hava nógvar møguleikar at víðka sjónarringin, og vit eiga at taka tær avbjóðingar upp, sum eitt nú internetið gevur til altjóða útbúgvingar.
Eftir at Annita á Fríðriksmørk hevði sett stevnuna, fekk Randi Øverland orðið.
Hon legði dent á at lýsa, hví tað var so umráðandi at taka eina útbúgving, og helst skuldi tað vera ein, sum vildi nakað.
?Tað er í einum samfelag, sum er í slíkari menning, sum tað vit kenna í dag, at fólk hava útbúgvingar, sum klára tær avbjóðingar, sum eru. Fólk, sum onga útbúgving hava, eru meira í vanda fyri at detta burturímillum, enn tey, sum taka útbúgving. Hon er stutt sagt neyðugt í dagsins samfelag, segði hon.
Hóast foreldrini eru rættiliga frammalaga, tá fólk verða ávirkað til at velja útbúgving, hava vinirnir eisini nakað væl at siga. Men tað kann ongantíð sigast nóg ofta, at tað er umráðandi at taka støðu sjálvur og royna at bróta tað mynstrið, sum verið hevur.
?Veljið sjálv og latið tykkum ikki ávirka av gomlum vanum og avgerðrum, men standa á egnum beinum.
Randi Øverland kom eisini inn á eitt evni, sum føroyingum tykist viðkomandi. Nevniliga útbúgving í fiskivinnuni.
Fyri tíggju árum síðan snerktu nógv at, at norskir studentaskúlar fóru at bjóða útbúgvingartilboð í fiskivinnu. Men í dag hava teir ásannað, at uttan væl útbúgvið fólk í vinnuni, hevði Noreg bara endað sum ein rávøruframleiðari, og tað ynskja norðmenn ikki, segði hon.