Foreldrini út í skúlarnar

Hesaferð skulu foreldur velja umboð til skúlastýrið sama dag og stað sum til kommunuvalið tann 11. november

Mánadagin skulu øll foreldur at skúlabørnum hyggja í botnin á skúlataskunum hjá børnunum. Tí har liggur ein lítil faldari um skúlastýrisvalini, sum verða hildin saman við kommunuvalunum tann 11. november.

Skúlastýri eru í hvørjum sjálvstøðugum skúla í landinum. Í stýrunum eru millum annað umboð fyri foreldrini, og tað eru hesi umboð, sum skulu veljast nú.

Tað hevur verið torført at motivera foreldrini til skúlastýrisvalini. Tí hava myndugleikarnir hesaferð roynt at bøta um áhugan við at avgreiða valið sama dag og stað sum kommunuvalið. Ein onnur broyting er, at foreldur nú skulu vátta foreldramyndugleikan á sjálvum valstaðnum, og ikki skrivliga til skúlan fleiri vikur undan valinum.


Hvør hevur valrætt?

Men fyrst mugu foreldrini tó kanna, um tey standa á listanum yvir foreldur, sum hava valrætt. Hetta verður gjørt á skúlanum, har barnið gongur – antin við sjálvi at møta upp ella við at ringja til skúlan. Hesir listar liggja frammi frá týsdegnum 21. oktober, hetta er beint aftaná heystfrítíðina, og tvær vikur fram.

Tey, sum hava valrætt og vælbæri eru foreldur, sum hava foreldramyndugleika yvir børnunum.


Uppstillingarfundur

Síðst í oktober verða uppstillingarfundir úti á skúlunum, har fólk kunnu bjóða seg fram. Eina viku seinni, ella 4. november, skulu uppstillingarlistarnir vera lidnir.