Foreldrini misrøkja skúlan

Bersøgni leiðarin á fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum sigur, at Pisa kanningin vísir, at tað ikki bara er skúlin, men eisini samfelagið, sum ikki hevur tað gott, og hann heldur, at foreldrini ikki liva upp til tað, sum tey eiga at gera í skúlahøpi

Hann boðaði frá, at hann ætlaði at vera provokerandi, og tað var ikki lukkuligt, sum Olaus Jespersen var opinskáraður, tá ið Suðurstreymoyar Javnaðarfelag týskvøldið skipaði fyri orðaskifti um fólkaskúlan í Miðlahúsinum.
– Pisa kanningin hevur víst, at støðið í fólkaskúlanum er ikki, sum tað eigur at vera. Vit eru á fólkaskúlaøkinum ímillum tey aftastu. Tað er ein katastrofa, um spurnartekin verður sett við henda veruleika, segði Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum, og hann hevði eisini sína meining um, hvør orsøkin er til vánaliga úrslitið:
– Skúlin er spegil av samfelagnum. Tá ið tað stendur illa til í fólkaskúlanum, so er tað fráboðan um, at tað eisini stendur illa til í samfelagnum og ikki minst millum foreldrini.
Olaus Jespersen vísti á, at tað er ábyrgdin hjá foreldrunum, at børnini eru væl fyri, tá ið tey koma í skúla. Her hugsaði hann um, at tey eru væl svøvnt, hava fingið røttu føðina, og at tey møta til ásettu tíðina. Serliga hvat hesum síðsta viðvíkur var skoðsmálið, sum leiðarin á fólkaskúladeildini gav foreldrunum í høvuðsstaðnum ikki nakað serligt.
– Nær eru bíðirøðirnar á ringvegnum og í rundkoyringunum her í Havnini størstar, spurdi hann, og Olaus Jespersen svaraði sjálvur:
– Ferðslan er tættast klokkan átta. Tað er, tá ið børnini eiga at sita í skúlanum, og tað er, tá ið nógv av foreldrunum eiga at vera komin til arbeiðis. Men nógv børn møta ikki í skúlanum fyrrenn klokkan tíggju minuttir yvir átta og í summum førum ikki fyrrenn klokkan hálvum níggju, og foreldrini møta til arbeiðis uppaftur seinni.
Leiðarin á fólkaskúladeildini á Mentamálaráðnum visti eisini at siga, at tað hevur havt avleiðingar fyri skúlar, sum hava roynt at stramma upp á hesi tingini.
– Vit hava hoyrt frá skúlum, sum leggja stóran dent á, at skúladagurin byrjar stundisliga klokkan átta, at tað næstan ikki ber til at undirvísa, tí ein partur av børnunum ikki møta fyrrenn góða løtu eftir, at tey eiga at møta. Í onkrum skúla hava tey stongt hurðina fyri at tað ikki skal vera so nógv órógv í fyrsta tímanum. Úrslitið av hesum hevur verið, at foreldur hava kært skúlan til Mentamálaráðið. Tað eru altso foreldur, sum aftur og aftur eru orsøk til, at teirra børn møta ov seint í skúlanum og harvið órógva arbeiðsfriðin, sum kæra skúlarnar til Mentamálaráðið, ið taka uppgávuna í álvara at byrja til tíðina. Tað sigur nógv um, hvussu støðan er í samfelagnum, og at tað ikki bara er millum skúlanæmingarnar, at tað er neyðugt at stramma upp, sigur Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.