Foreldrini at teimum seks børnunum, sum doyðu í einum húsaeldi í enska býnum Derby tann 11. mai, eru nú ákærd fyri dráp.
Mick Philpott og konan Mairead vórðu handtikin týsdagin, tí løgreglan hevur illgruna um, at tey høvdu sett eld á húsini og sostatt beint fyri børnunum, sum vóru millum fimm og 13 ára gomul. Fimm teirra doyðu beinanvegin, og tað sætta doyði á einum sjúkrahúsi seinni.
Týskvøldið bað løgreglan almenningin um hjálp til at loysa málið, og í gjárkvøldið segði løgreglan, at nógv fólk høvdu vent sær til hennara við týðandi upplýsingum.










