Foreldrini flýggjaðu úr Argentina

José González er eitt av høvuðsnøvnunum á G! Festivalinum

Í næstu viku verður G! Festivalurin í Syðrugøtu, og eitt av mest spennandi nøvnunum á festivalinum hesa ferð er José González, sum er svenskur tónleikari og sangskrivari ættaður úr Argentina.

 

Foreldur hansara flýddu úr Argentina í 1976, tá herurin tók valdið í landinum, og tey búsettu seg í Svøríki. 

 

José González er føddur í 1978 og vaks upp í einum forstaði til Göteborg. Sum barn lurtaði hann nógv eftir latínskum fólkasangum og pop tónleiki, sum foreldur hansara høvdu við úr Argentina. Í solo útgávum hjá José, hoyrist tað aftur, hvaðani íblásturin kemur.

 

José byrjaði sína solo yrkisleið við útgávuni “Veneer” í 2003, har kend løg sum “Heartbeats” og “Crosses” gjørdu, at alheimurin veruliga fekk eyguni upp fyri dugnaliga sangaranum og gittar snillinginum úr Svøríki. Tað gongur ofta long tíð ímillum tónleika útgávurnar hjá José, men tær hava altíð verið verdar at bíða eftir! “In our nature” kom út í 2007, “Vestiges & Claws” kom út í 2015, og í fjør kom nýggjasta verkið “Local Valley”. 

 

“Local Valley” er fyrsta útgávan, har vit hoyra José syngja bæði á sponskum, enskum og svenskum. Eyðkenda róliga røddin, gittarspælið og dreymandi løgini, eru akkurát soleiðis vit kenna José González.  

 

– Hann er ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum í okkara tíð, og spennandi verður at uppliva José á sandinum við aldunum í bakgrundini, sigur G! Festivalurin.