Foreldur at børnum í 1. flokki í Venjingarskúlanum hava sent skriv til skúlamyndugleikarnar í Havn um, at tey ikki kunnu góðtaka staðsetingina av næmingunum, soleiðis sum leiðslan fyri Venjingarskúlin/Tórshavnar Kommunuskúla – Vesturskúlan – hevur gjørt greitt.
Eitt av foreldrunum, sum hevur skrivað undir mótmælið, er Anja Hartmann Wardum, sum heldur hetta vera beinleiðis skelkandi. Ikki minst, tá talan er um smærru næmingarnar.
Lesið eisini: Spjaða næmingarnar á fimm skúlar
- Eg haldi slettis ikki, at hetta kann góðtakast. Eitt er, at størru næmingarnir kanska duga sjálvi at ferðast til og frá skúla í bussi. Men vit kunnu ikki hava eina skúlaskipan, har smæstu næmingarnir verða brúkt sum kastibløka fyrstu skúlaárini. Tað er altso ikki ein serliga góð skúlabyrjan, sigur hon.
- Vit hava eina gentu, sum gongur í fyrsta flokki. Hon skal skifta skúla hvørt ár fýra tey fyrstu árini í sínum skúlalívið. Tað skapar so ongan tryggleika, sum er grundarsteinurin fyri góða innlæring og at fáa sum best burtúr. Og so fáa vit eitt barn í Kongagøtu, eitt á Frælsinum og eitt á Argjum skúlaárið 2015/16, skrivar Anja á Facebook-vanga sínum.
- Vit føla ikki, at vit eru kunnað nóg væl um tað, sum nú fer fram. Eg veit væl, at skúlastjórin førir fram, at foreldur vórðu kunnað á fundi fyrr í ár, men tá fingu vit altso bara at vita, at fyrstu og annar flokkarnir skuldu halda til í Kongagøtu. Alt hitt vistu vit slettis ikki.
- Vit kendu okkum ráðaleys, og tí sendu vit skriv til skúlastýri og –leiðslu. Tað skrivi fingu tey í gjár, og tí tykist nú kunngjørda ætlanin næstan sum eitt svar til tað, sum vit hava skrivað, og tað kann ikki góðtakast, sigur Anja Hartmann Wardum.










