Foreldrini eru glaðari enn børnini

Foreldur á Tvøroyri eru fegin um nýggju reglurnar um fartelefonir hjá næmingunum í skúlanum - og tað eru nógvir næmingar eisini

Ein ógvuliga stórur meiriluti av foreldrum á Tvøroyri eru sera væl nøgd við reglurnar, skúlin hevur sett í verk um fartelefonir hjá næmingunum.

 

Tað vísir ein kanning, næmingarnir í 6. a hava gjørt, skrivar heimasíðan hjá skúlanum.

 

Eftir nýggju reglunum hava næmingarnir ikki loyvi til at brúka fartelefon í skúlatíðini, hvørki í tímunum, ella í fríkorterunum. Tá ið næmingarnir koma í skúla á morgni, verða fartelefonirnar sostatt lagdar í ein kassa, og næmingarnir fáa tær so aftur, tá ið teir fara heim.

 

Men ein kanning, sum 6. flokkur nú hevur gjørt í 5. til 9. flokki, vísir, at runt roknað eru eini 30 prosent av næmingunum ikki fegnir um nýggju reglurnar, tí teir siga, at reglurnar eru antin vánaligar, ella sera vánaligar.

 

Hinvegin eru tað eini 30 prosent av næmingunum, sum ikki hava nakra avgjørda meining, samstundis sum at runt roknað góð 20 prosent halda, at reglurnar eru góðar, og sløk 20 prosent eru sera væl nøgdir.

 

Heimasíðan hjá Tvøroyrar Skúla skrivar annars, at nógv teir flestu næmingarnir hava framvegis telefon við í skúlan, men tað eru eisini nakrir fáir næmingar sum snýta, og sum ikki lata telefonirnar inn um morgunin. 

 

Hinvegin er støðan munandi øðrvísi hjá foreldrunum, tí runt roknað eru tað eini 70 prosent av foreldrunum, sum eru sera væl nøgd við nýggju skipanina. Hinvegin eru tað bara nøkur heilt fá av foreldrunum, sum eru misnøgd við nýggju reglurnar.

 

Heimasíðan hjá skúlanum sigur, at skúlastjórin, Finn Thomsen, var greiður yvir, at allir næmingarnir eru ikki so fegnir fyri nýggju skipanina.

 

Men hann vildi ikki lova teimum, at reglurnar verða broyttar, tí tað verða tær í hvussu so er ikki í hesum skúlaárinum.

 

Annars hevur skúlin roynt at geva næmingunum annað at fáast við enn telefonirnar og í hesum sambandi hevur skúlin keypt spæl og fer at gera ymiskt annað, sum verður klárt, tá ið næmingarnir koma í skúla aftur eftir jól, sigur skrivar heimasíðan hjá skúlanum.