Foreldrini burtur –500 fólk í veitslu

Ein tannáringur í Melbourne nýtti høvi at halda ball, ímeðan foreldrini vóru burturstødd. Men tá avtornaði komu fleiri enn 500 fólk, og tað er einki at siga til, at hann misti tamarhaldi fullkomilig. Ùrslitið var, at løgreglan mátti koma á staðið við 30 monnum, hundum umframt eini tyrlu, áðrenn tað eydnaðist teimum at fáa endað ballið. Hetta veit danska BT. Drongurin, ið var vertur, kann vænta sær eina stóra bót frá løgregluni. Hann sigur tó, at um høvi býðst at halda eina slíka veitslu aftur, so verður hann ikki seinur at senda innbjóðingarnar út.