Foreldraløn ? Barnaansing

Tað er ein sera stór upphædd sum Býráðið hevur sett av til barnaansing og tað er rættuliga tankavekjandi at tørvurin kortini ikki verður nøktaður.

Ongin ivi er um, at øll barnaansingin eigur at verða endurskoðað. Eg eri sannførdir um., at alt ov nógvar dupultfunktiónir og órationellar loysnir eru nógva staðni.

Tey bestu at ansa eftir sínum børnum eru foreldrini og tað er ongin ivi um, at frægasta loysnin, ella valmøgulleikin, er hon, at Býráðið letur eina munandi upphædd sum ger tað møguligt at annað av foreldrunum er heima hjá barninum/børnunum.Vit skulu ikki lata bureakrati ella smásinni forða slíkum ætlanum um foreldragjald.

Ein gongd leið er sjálvandi eisini at størri arbeiðspláss útvega sær barnagarðar, men eri eg bangin fyri at ein í slíkum føri kann koma gera at gera mun á fólki at og at tey virkini sum eru betur fyri fíggjarliga koma at hava betur sømdir enn onnur td., virkir innan fiskivinnuna.

Eg haldi at tað yvirhøvur er so mannminkandi og ósømuligt at barnaansingin ídag í Føroya Høvuðsstaði er ein so stórur trupulleiki og sum kanska ger at ung fólk aftra seg við at fáa børn.

Tórshavn fer at vaksa sera nógv í komandi árum og verður tørvurin fyri ansing at vaksa almikið.

Tjóðveldisflokkurin skal loysa hetta álvarsmál til fulnar.


Johan Mortensen,

valevni fyri Tjóðveldisflokkin til býráðið