Foreldrafellan

Tær identisku tvíburðasystrarnar Hallie og Annie (Lindsay Lohan spælir báðar leiklutirnar) verða skildar hvør frá aðrari stutt eftri føðingina vegna foreldranna hjúnarskilna. Hallie veksur upp í Napa Valley við pápa sínum (Dennis Quaid), sum hevur ein víngarð. Annie vekstur upp hjá mammu síni (Natasha Richardson) í einum hugtakandi Londin-umhvørvi. Genturnar vita als ikki hvørja aðra - og vita ikki ein gang, at tær hava eina tvíburðasystir, til lagnan vil, at tær báðar sum 12 ára gamla verða innskrivaðar á somu summarlegu í Maine.

Meðan tær eru á leguni leggja sjálvandi merki til hvørja aðra - og at bakgrundir teirra als ikki eru so tilvildarligar.

Eftir sum at tær líkjast hvør aðrari sum tveir dropar av vatni, gera tær av at býta um tilveru fyri at møta ávikavist faðir og móðir. Halli fer til London sum Annie, og øvugt.

Tey einkiánandi foreldrini leggja einki til merkis, fyrr enn genturnar gera av, at tíðin nú er búgvin til - ikki bert at avdúka sanna veruleikan - men eisini at sameina foreldrini.