Foreldrafelagið átalar Tórshavnar býráð

Eisini tey, sum einki stovnspláss fáa, eiga at verða kunnað skrivliga um, hví tey ikki hava fingið stovnspláss á hesum sinni

 

DAGSTOVNAR

Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn, sum á sinni varð stovnað fyri áhaldandi at gera vart við stóra tørvin á stovnsplássum í kommununi, mótmælir nú vantandi kunningini frá Tórshavnar býráð í sambandi við lutingina av stovnsplássum.

- Fríggjadagin frættist, at Tórshavnar kommuna hevði sent út brøv um komandi stovnsplássini. Tórshavnar kommuna hevur valt bert at boða teimum frá, sum hava fingið pláss. Tey sum ikki fáa stovnspláss á hesum sinni, fáa einki at vita frá kommununi. Orsakað av hesi mannagongd eru nógv, sum um hesa tíðina á hvørjum ári gerast meira ørkymlað, enn neyðugt er, sigur Foreldrafelagið í skrivi.

Foreldrafelagið mótmælir vantandi kunningini og vantandi innlitið, sum Tórshavnar býráð gevur sínum viðskiftarfólki, bæði tá ið tað snýr seg um árligu brøvini um stovnspláss og viðvíkjandi bíðilistanum. Foreldrafelagið heldur, at Tórshavnar kommuna eigur at broyta verandi mannagongd og skapa størri opinleika í hesum máli.

- Í sambandi við árligu fráboðaninar um stovnspláss eiga eisini tey, sum einki stovnspláss fáa, at verða kunnað skrivliga. Hesi eiga at kunnast um, hví tey ikki hava fingið stovnspláss á hesum sinni, og hvat nummar tey so eru á bíðilistanum. Og hesir upplýsingar eiga ikki bert at vera tøkir eina ferð um árið. Ein skipan eigur at verða gjørd, so at til ber hjá øllum, til eina og hvørja tíð, at fáa innlit í bíðilistan, bæði fyri at síggja, hvat nummar á bíðilistanum ein er, og fyri at fáa innlit í lutingina av stovnsplássum í økinum.

Foreldrafelagið ger at enda vart við, at felagið í fleiri ár hevur átalað mannagongdina hjá Tórshavnar kommunu í hesum máli. Felagið hevur fleiri ferðir víst á, at einasta gongda leið er størri opinleiki. Hóast hetta, hevur Tórshavnar Kommunu ikki broytt mannagongd, til stóran ampa fyri viðskiftarfólkini.