Í Suðuroynni hava foreldur at børnum við serligum tørvi tikið seg saman í foreldrabólk, tí viðurskiftini og skipanin kring serundirvísing og stuðul í skúlanum tykist trupul Foreldrabólkurin skipar, saman við sosialudeild á Tvøroyri, fyri kunnandi fundi í skúlanum Trongisvági í kvøld klokkan 19.00.
Kunnað verður um nýggja bólkin, eins og komið verður við íkasti til kjak um, hvussu skipanin við stuðli og serundirvísing kann betrast. Foreldur at børnum, ið krevja stuðul, kenna, at skúlaskipanin á hesum økinum er strivin og ikki er nøktandi, og í drúgvum uppleggi til fundin verður víst á, at í fyrsta umfarið, fer bólkurin at verða stílaður til foreldur, sum hava børn, ið fáa stuðul í samband við atferðartrupulleikar, í barnagarði ella skúla, fáa serundirvísing ella ganga á serskúla. Fundurin í kvøld er almennur.










