Forðaðu eisini bussum at koyra í dag

Strandferðslan hevur aftur í morgun avlýst fleiri bussrutur

Í morgun hevur Strandferðslan avlýst koyring á leiðunum 400, 410, 500, 504 og 506.

 

Orsøkin er »vegna forðingar«, sum Strandferðslan skrivar á heimasíðuni.

 

Arbeiðarafeløgini siga, at talan er um verkfalsrakt arbeiði, meðan arbeiðsgevarafelagið sigur, at verkfallið bara er fyri tey, sum eru fevnd av sáttmálanum og sum eru limir í fakfelag.

 

Síðani 2007 hevur tað staðið fólki frítt at vera limur í fakfelag.

 

##med2##