Forðaði løgregluni í hennara arbeiði

Ein maður møtti í Føroya rætti í gjár, ákærdur fyri at hava órógvað løgregluna í arbeiði hennara.

 

Tað var í samband við handtøkuna av soninum, at maðurin órógvaði løgregluna, sambært ákæruritinum.

 

Í fjør heyst skuldi løgreglan steðga einum bilførara, sum teir høvdu illgruna til koyrdi við kenning, men hesin koyrdi undan. Komin niðan móti einum fjósi steðgar maðurin og fer úr bilinum. Løgreglan ger seg tá til reiðar at handtaka mannin, men verður órógvað av pápa mansins, sum algoystur kemur rennandi úr fjósinum.

 

Annar løgreglumaðurin má tí taka sær av pápanum, meðan hin roynir at halda eyga við soninum, meðan teir bíða eftir at fleiri løgreglufólk skulu koma temum til hjálpar.

 

Meðan teir so standa, tekur sonurin eina byrsu fram og hóttir løgreglumenninar við henni. Teir fáa tó tikið byrsuna frá manninum, sum seinni verður dømdur fyri at hava hótt løgregluna við byrsu.

 

Løgreglumenninir førdu í rættinum fram, at um pápin ikki hevði órógvað teir í arbeiði sínum, høvdu teir havt tamarhald á støðuni, áðrenn maðurin fekk fatur á byrsuni.

 

Maðurin var eisini ákærdur fyri harðskap í tveimum førum og blygnaðarskemd í rinum føri.

 

Dómur fellur í rættinum í næstu viku.