Tað eru alt ov fáir menn, sum fara til lækna, hóast teir varnast at okkurt er galið. Tað staðfesta tey í Krabbameinsfelagnum. Hinveg staðfesta tey eisini, at tað hevur stóran týdning, at taka sjúkutekn í álvara og at fara til lækna Tí mæla tey nú mannfólki, sum eru einum serligum bólkum um at lata seg kanna fyri brabbameini í prostata, sum er vanligasta slagið av krabbameini hjá monnum yvir 50.
Í Føroyum doyggja 10 mans um árið av sjúkuni. Í hesum sambandi hava fýra kvinnur, sum lesa til sjúkrarøktarfrøðing gjørt eina uppgávu um prostatakrabba til eina próvtøkuog samstundis hava tær gjørt ein faldara við upplýsingum og góðum raðum. Tær fýra eru, frá vinstru á myndini, Rannvá Laksáfoss Birita Dahl, Reidunn Magnussen og Lena Nybo Hvítklett og í Sosialinum um vikuskiftið var drúgv grein um hetta.
- Tað eru mest menn yvir 50 sum fáa prostatakrabba og vandin fyri at fáa sjúkuna økist við aldrinum, siga tær fýra. - Seinastu árini er talið av monnum, ið fáa staðfest krabba í prostata tvífaldað, nen hetta er tí, at fleiri menn lata seg kanna og tí fáa staðfest sjúkuna, leggja tær afturat.
- Aldurin kann geva trupulleikar við at lata vatnið. Sum oftast er tað ikka alvorligt, men tó skal ein taka tað alvorligt og lata seg kanna. Fyrstu tekini um prostatakrabba eru tey somu sum teknini um ov stórt prostata, ið er ein vanlig óskaðilig sjúka hjá eldri monnum. Krabbin kann tó spjaða seg út í vevnaðin og beinagrindina og tá vera sjúkuteknini fleiri
Ein útav tíggju, ið fáa prostatakrabba eru orsakað av ættarbregi. Illgrunni er um, at helvtin av hesum tilburðunum eru aggressivir og ólekjandi og koma fyri, áðrenn 55 ára aldur. - Menn, har t.d. pápin ella abbin hevur fingið staðfest sjúkuna, skulu lata seg kanna, tá ið teir eru 5-10 ár yngri enn pápin var, tá ið hann fekk staðfest krabba, siga tey.
Í Føroyum verða menn ikki kannaðir regluliga fyri prostatakrabba, men í krabbameinsætlanini verður mælt til, at menn, ið hava hava sjúkutekn, ella har prostatakrabbi er í familjuni, verða kannaðir við eini blóðroynd.
Annars benda kanningar á, at tey roykja og drekka, eta ósunt og røra seg lítið, eru í øktum vanda fyri atfáa krabbamein, eisini prostatakrabba. - Tað er betri at fara til lækna einaferð ov ofta, enn einaferð ov sjáldan, siga tær fýra.
|