Ford Verve í Frankfurt

Konseptbilurin Ford Verve, sum verður frumsýndur á Frankfurt Motor Show um hálvan september, er ein rættuliga sermerktur hatchback við trimum hurðum við nýggja »Kinetic Design« stílinum hjá Ford

Ein av mest áhugaverdu bilunum á Ford básinum á Frankfurt Motor Show verður Ford Verve, sum er ein konseptbilur í Fiesta-klassanum. Ein sermerktur hatchback við trimum hurðum við nýggja Kinetic Design stílinum hjá Ford.


Sambært Ford verður designið framman, við stóra opna kølaragittarinum, nakað sum kemur at eyðkenna fleiri av nýggju Ford-modellunum, sum fara at koma á marknaðin. Ford Verve er eins sermerktur innan sum uttan. Alt er í nýggja stílinum hjá Ford.


Endamálið við at sýna bilin fram á Frankfurt Motor Show er at leggja til merkis, hvussu tey vitjandi taka ímóti bilinum, siger John Fleming, stjóri hjá Ford í Evropa.


Ford fara eisini at sýna fram ein Ford Focus ECOnetic, sum verður ein tann mest umhvørvisvinarligi bilurin, tá hann kemur á marknaðin fyrst í 2008. Í nærmastu framtíð kemur eisini ein heilt nýggjur Ford Focus og seinni ein nýggjur Ford Ka.