Ford Verve

Sum nakað nýtt sýna Ford ein konseptbil fram á trimum ymiskum bilaframsýningum, har bilurin fyri hvørja ferð er nógv broyttur.

Fyrstu ferð konseptbilurin Ford Verve, varð alment sýndur fram var á Frankfurt Motor Show í september sum ein rættuliga sermerktur hatchback við trimum hurðum við nýggja »Kinetic Design« stílinum hjá Ford.


Herfyri varð Ford Verve aftur sýndur fram á Guangzhou Motorshow í Kina. Hesaferð við fýra hurðum og eitt sindur annarleiðis designi. Triðju og seinastu ferð verður Ford Verve sýndur fram á Detroit Motorshow í januar 2008. Spennandi at vita hvussu tann bilurin kemur at síggja út, og um tað verður endaliga úrslitið.