Ford Tourneo Connect verður gjørdur saman við Ford Transit Connect, ið er vøruvognsútgávan av sama bili. Persónbilurin Tourneo Connect er ein rúmligur 5 persónabilur við stórum viðførisrúmi. 1.8 litur TDCi dieselmotorurin hevur 90 hk. Bilurin fæst eisini viðbensinmotori. FDM hava royndarkoyrt bilin, og lata teir væl at koyrieginleikunum og bilunum annars. Sum í øllum nýggjum MPV-bilum er nokk av hyllum og skuffum til at leggja lutir frá sær. Eisini upp eftir er nokk av plássi. Um baksetrið verður tikið út, er Tourneo Connect sum ein vørubiliur. Bilurin hevur dragihurðar á báðum síðum. Tourneo Connect kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.










