Ford S-MAX og Galaxy

Í ár koma tveir heilt nýggir Fordar á marknaðin, talan er um S-MAX og Galaxy, ið verða gjørdir á eini felags verksmiðju í Belgia
Bilar

Síðan konseptbilurin Ford SAV fyrstu ferð varð sýndur fram, á altjóða bilframsýningini í Genéve í fjør, hevur verið gitt um, hvønn bil hann skal avloysa ella um talan er um eitt nýtt sjálvstøðugt modell.
Nú er so endalig avgerð tilkin um, at bilurin, sum í stødd er millum Ford C-MAX og Ford Galaxy, skal eita Ford S-MAX, og at hann verður gjørdur á eini nýggjari verksmiðju í Belgia saman við Ford Galaxy.
Hóast navnið bleiv til Ford S-MAX, er bilurin ein sonevndur SAV (Sports Activity Vehicle). Hetta merkir, at talan er um ein praktiskt innrættaðan bil við sportligum koyrieginleikum, ið kann nýtast til nógv ymisk endamál,      
Bilurin kemur eftir ætlan á marknaðin í summar við sitiplássum til fimm vaksin og møguliga eisini tveimum barnasetrum á aftastu røð.
Ford S-MAX fæst við tveimum bensinmotorum: 2,5 litur turbo við 220 hk og 2,0 litur við 145 hk, og tveimum dieselmotorum: 1,8 litur við 125 hk og 2,0 litur við140 hk.dieselmotor.
                      Galaxy 
 
Ford arbeiða eisini við einum øðrum bili, ið skal framleiðast í Belgia. Hesin verður avloysarin fyri Ford Galaxy, ið higartil hevur verið gjørdur í Portugal saman við VW Sharan og Seat Alhambra - hetta samstarv er nú hildið uppat.
 
Talan er um ein bil, sum er eitt sindur størri enn S-MAX. Bilarnir líkjast heilt nógv, men Galaxy verður ein 7-persónabilur við stórum viðførisrúmi. Hesin fær í fyrstu atløgu ein 2.0 litur bensinmotor við 145 hk, og tveir dieselmotorar við ávikavist 100 og 140 hk verða eisini á skránni.