Í 1974 læt General Motors sína seinastu samlifabrikk aftur í Keypmannahavn. Tá vóru umleið ein millión bilar framleiddir á samlifabrikkum í Keypmannahavn síðan 1919.
Bilverksmiðjurnar valdu Keypmannahavn til sínar verksmiðjur, bæði tí at býurin lá væl fyri, tætt við Eystursjógvin, og tí at í Danmark var lægri tollur á billutum enn á liðugtgjørdum bilum. Hetta gjørdi tað bíligari at seta bilarnar saman við danskari arbeiðsmegi.
Sydhavnen í Keypmannahavn gjørdist skandinaviska svarið upp á Detroit í USA. Danmark hevði á hendan hátt í mong ár ein týðandi leiklut í søluni av bilum hjá Ford og General Motors á evropeiska marknaðinum. Umframt Ford og GM høvdu eisini aðrar bilverksmiðjur í Keypmannahavn sum t.d. franska Citroën verksmiðjan.