Magnus Gunnarsson
Stramman undirvogn
Mondeo ST200 er ein úlvur í seyðaskinni, hann hevur sama karrossarí sum ein vanligur Mondeo, men motorurin og undirvognurin er heilt annarleiðis. Hann er eyðkendur av 17? sportfelgunum og hevur útstoyt í báðum síðum aftan, spoilara aftan og undir hurðunum. Bilurin er stúttur at koyra, lágprofildekkini og undirvognurin arbeiða væl saman, og hann virkar ikki harður, hóast hann hevur sportligar koyrieginleikar. Tað at bakhjólini hava Quadralink upphang, saman við strammum støddoyvarum, ger at hann stýrir uttan trupulleikar gjøgnum svingini. Eisini hevur hann ABS bremsur við elektroniskum býti av bremsukraftini (EDB), eins og Anti-spin (TCS) er standard.
205 hestar
2.5 l DOHC V6- 24V motorurin við 205 hk, er nakað heilt fyri seg sjálvan, við yvirskoti av kraft, uttan á nakran hátt at virka óstórsligur. Hann er sera ljóðleysur, bæði í tómgongd og tá hann kemur upp í ferð. Eisini er hann væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini og motorin inni í bilinum. Sannast má at tað er ein uppliving at koyra ein bil sum hendan, har alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin, setrini, fyri at nevna nakað av tí sum ger bilin so góðan at koyra.
Recaro forsetur
Av útgerð er m.a. tokulyktir í kúfangaranum framman, leðurrætt, Recaro forsetur við varma, el-síðurútar, sentrallás við fjarstýring, klimaanlegg og MicronAir filturskipan, dupult airbag framman og síðuairbag í stólarygginum, PATS startsperru , radio við kasettu og fløguspælara.
Her hjá okkum kostar ST200 kr.319.000,- at keypa, ið er næstan hundrað túsund bíligari enn í Danmark, men í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið hjá P/F Wenzel, verður hann seldur fyri kr. 295.000,-.











