Fordøming ávirkar ikki Mugabe

Tað skal anna enn fordøming og hvøss orð til at fáa zimbabwiska forsetan frá

-Tað nyttar einki at finnast at Robert Mugabe og at fordøma hann, tí slíkum lurtar hann ikki eftir, sigur forsetin í Tanzania, Jakaya Kikwete.

 

Hann heldur, at tær nógvu altjóða fordømingarnar hava gjørt ilt verri, tí tær hava gjørt Mugabe treiskan, og tí virka tær beint ímóti ætlanini, heldur hann. Sjálvur ivast Jakaya Kikwete ikki í, at hinir afrikonsku leiðararnir vilja fegnir hava broytingar í Zimbabwe, men tað tekur tíð, sigur hann.

 

-Vit halda, at tað er rættari at samstarva fyri at finna eina loysn, tí vit koma ongan veg við at fordøma Mugabe. Tí so lurtar hann als ikki eftir, sigur tanzaniski forsetin við bretska blaðuð Financial Times í dag.