Fordómar reka danir úr Grønlandi

Danir siga seg vera fyri veksandi ágangi í Grønlandi, og tað fær nú fleiri til at fara aftur til Danmarkar.

-Slepp tær til Danmarkar tín býtti dani.

Hetta orðalagið er vorðið meiri vanligt í Grønlandi seinastu tíðina, siga danir, sum búgva og arbeiða í Grønlandi.

Og tað hevur fingið summar teirra til at rýma haðani. Eitt nú Jesper Skovgaard, sum seinastu 14 mánaðarnar hevur arbeitt á grønlendsku hagstovuni. Hann sigur við Berlingske Tidende, at hann hevur valt at fara heimaftur orsakað av tí, sum hann kallar veksandi rasismu millum alt fleiri og fleiri grønlendingar.

Sambært dønum, sum eru kønir í grønlendskum viðurskiftum, eru danir vorðnir minni og minni umtóktir í Grønlandi tey seinastu fimm árini.

Lise Lyck, lektari á handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sigur við Berlingske Tidende, at tann politiska kósin, sum vinnur fram í Grønlandi í løtuni, er m. a. grundað á at skapa andstøðu ímóti tí, sum er danskt. Hon heldur, at hetta fer serliga at gera seg galdandi, tá tað snýr seg um málið, samleikan og hugsanina um Danmark og danir.

Anders Nilsson, sum er dani, og sum fyrr hevur verið limur í grønlendska Landstinginum, flutti aftur til Danmarkar fyri tveimum árum síðani eftir at hava búð í Grønlandi í 25 ár. Við Berlingske Tidende sigur hann, at danir í Grønlandi eru fyri veksandi rasismu í gerandisdegnum, á arbeiðsplássinum og í skúlanum.

-Nú eru danir við at troyttast av hesum, og so rýma teir úr Grønlandi, sigur Anders Nilsson.